Fakta um FSF-avgerðina

Formenninir viðtóku á fundinum leygardagin at seta serligan bólk, sum skal arbeiða við bygnaðarbroytingum í FSF. Ætlandi skal bólkurin leggja eitt uppskot til hetta longu fyri jól.
Í bólkinum sita Páll Gregersen, formaður í Víkingi, Niels Juel Arge, formaður í HB, Tummas Lervig, formaður í KÍ, Fróði Mortensen, formaður í FC Hoyvík og Andrias Lamhauge, formaður í NSÍ.
Á aðalfundinum í februar mánaði í 2010 standa fýra starvsnevndarlimir fyri vali. Teir eru forsetin, Høgni í Stórustovu, Magnus á Stongum, Rúni Heinesen og Sveinur Tróndarson.