Fantastisk finala

Tað einasta, ið kundi verið eitt sindur betri, var veðrið. Annars hevði finalan um løgmanssteypið alt, sum ein finala eigur at hava. Spenning, dramatikk, mál. Og fyri fyrstu ferð kundi EB/Streymur kalla seg gullvinnara eftir ein rúkandi enda, har bæði liðini kundu og áttu at havt skora minst tvey mál í part

Sjey mál í einari finalu, og minst tvey teirra mugu kallast reinar perlur.

Frøin hevur verið øgilig í Sundalagnum í gjárkvøldið. Felagsliðið veitti sær sjálvum eitt stórt plástur á sárið, teir fingu í fjør, tá teir mistu meistaraheitið á stokkinum. Fyrsta gullið er komið í hús eftir minniligastu finaluna í mong ár.

Felagsliðið fekk eina flúgvandi byrjan. Onkusvegna helt Rasmus tað vera skilagott at sláa bóltin við hondini inni í brotsteiginum, men hesum loyvdi dómarin ikki, so longu eftir tveimum minuttum av steypafinaluni, var fyrsta málið komið. Tað syrgdi Soren Anghel fyri frá 11-metur blettinum.

Og fáar minuttir seinni fingu áskoðararnir nakað, ið saktans kann fara at líkjast ársins máli í føroyskum fótbólti. Hans Pauli Samuelsen fær ein høgan bólt úti í vinstra borði, temur hann hegnisliga fyri síðani við einari smartari fintu at snúgva sær inn í brotsteigin framvið Mortani úr Hørg, og at enda við einum vøkrum skrúvaðum skoti at senda bóltin í handara síðunet uttan møguleika hjá Tróndi at bjarga.

Ein perla og eitt mál í høgum altjóða flokki.

HB-liðið var sjónliga skelkað av hesari vanlukkuligu byrjan, og næstu longu løtuna høvdu teir ilt við at fáa tamarhald á spælinum. Hendan løtan var eisini merkt av ørgrynnu av fríspørkum. Men hesa løtuna var Hans Pauli Samuelsen í hopla, og Arnbjørn gjørdist fríur inni í brotsteiginum, tá Hans Pauli vippaði bóltin upp- og innum HB-verjuna, men Arnbjørn fekk ikki skot á bóltin.

Løtu seinni bar betur til. Aftur var tað Hans Pauli, ið var arkitekturin í vinstru síðu, legði bóltin væl inn til Anghel, sum við hælinum sendi útfrá til Ronnie Samuelsen. Tróndur hálvbjargaði skotinum frá honum, og ripostin stútaði Arnbjørn upp um Trónd og í málið til 3-0.

 

Møguleikar og gul kort

Stutt eftir hetta mátti Arnbjørn av vøllinum við einum snuddi, hann fekk, tá hann skoraði. Inn fyri hann kom Karóly Potemkin.

Men hóast HB soleiðis var komið afturút 0-3 eftir bert 20 minuttum, góvu teir ikki skarvin yvir kortini, og tá lítil hálvur tími var farin, vóru teir nær við at minka um munin, men ein fantastisk refleksbjarging frá René Tórgarð forðaði Rógva Jacobsen at koma á talvuna.

Nakrar minuttir seinni fekk Rógvi enn ein møguleika við høvdinum, men hesaferð var hann ikki nóg neyvur og headaði bóltin við síðuna av. Haðani fleyt spælið í mótsatta enda, har Hans Pauli hevði ein heilfluktara eftir innlegg úr høgru, men hesaferð lat Tróndur Vatnhamar seg ikki lumpa.

HB fekk nú betur tak á spælinum, og hevði í longum løtum gott spæl, har teir ofta kundu gera sær dælt av góðum plássi í høgru síðu, sum gav seg úrslit í fleiri vandamiklum innleggum frá Jákupi á Borg.

Albert Ellefsen hevði tá valt at taka avleiðingarnar av vánaligu byrjanini, við at taka bæði Mortan úr Hørg og Rasmus Nolsøe út og seta Vagn Mohr Mortensen og Páll M. Joensen inn í staðin fyri, longu tá hálvur tími var farin.

Í hesum lívliga hálvleikinum valdi dómarin at fara tríggjar ferðir í lumman eftir korti, og Marni Djurhuus og Ronnie Samuelsen úr EB/Streymi og Páll M. Joensen úr HB sóu gult.

 

René in action

Endin av fyrra hálvleiki var hektiskur, fyrst tá Hanus Eliasen fekk risamøguleika, men mitt fyri málinum sendi hann eitt innlegg frá innskifta Potemkin yvir HB-málið.

Og tá tíðin var um at renna út, mátti John Heri Dam berast av vølli við einum snuddi, men hann kom tó inn aftur tá seinni hálvleikur byrjaði.

Í yvirtíðini av fyrra hálvleiki fekk HB tríggjar góðar møguleikar, men fyrst bjargaði René Tórgarð í tveimum umførum royndum frá Andrew av Fløtum, og eftir fylgjandi hornasparkið hevði hann enn eina stórbjarging, sum helt HB rættiliga frá fatinum.

Og René Tórgarð helt fram í øðrum hálvleiki, sum var ikki meiri enn byrjaður, tá hann stórbjargaði eftir, at Andrew gjørdist leysur í brotsteiginum.

Eftir hetta gekk spælið rímiliga javnt á. Lotið, sum lá langs eftir vøllinum, bara vaks, og tað hjalpti HB at trýsta spælið fram móti EB/Streymamálinum. Hetta førdi í longum løtum til eitt trýst móti málinum, men í alt ov stóran mun var talan um eitt planleyst trýst, tí HB-leikararnir vóru ov óneyvir.

HB hevði fleiri skot á málið hjá René, men skutu teir ikki framvið málinum, endaði bólturin í føvninginum hjá EB/Streym-málverjanum. Og tað var ikki altíð tí, at hann mátti út í tær spektakuleru bjargingarnar.

Havnarliðið hevði somuleiðis ofta trupult við at stýra uppspælinum, tí vindurin gjørdi, at bólturin hevði hug at renna undan leikarunum. Men tá 77 minuttir vóru farnir, bragdaði endiliga hjá HB. Ein bóltur kom inn úr høgru síðu, og har stakk Páll M. Joensen seg fram, og hóast tað luktaði langan veg av rangstøðu, eydnaðist tað endiliga at fáa bóltin inn um René Tórgarð.

 

Vassaðu í møguleikum

Nú kundi ein vænta eitt øgiligt trýst frá HB-liðnum, men áðrenn hetta veruliga kom í gongd, tók Hans Pauli sær aftur um reiggj. Hann hevði verið rættiliga anonymur í seinna hálvleiki, men stutt eftir HB-málið, gjørdi hann eitt raid fram eftir í vinstur síðu, og legði síðani bóltin inn til ein heilt blankan Karóly Potemkin, og hann sveik ikki álitið. 4-1 og nú mundu tey flestu halda, at dysturin var avgjørdur við bert tíggju minuttum eftir av vanligu leiktíðini.

Men fyri triðu ferð innan seks minuttir mátti ein bóltur pilkast úr netmeskunum. Hesaferð var tað Rógvi Jacobsen, sum skamt uttanvert brotsteigin høggur til, og bólturin sat í tríkantinum uttan nakran møguleika hjá René at bjarga. Næsta avgjørda perlumálið í dystinum.

At døma eina steypafinalu man vera eitt tað størsta ein dómari kann uppliva í føroyskum fótbólti. Og tað var tað helst hjá Eileri Rasmussen. Men um hann roknar hesa somu finalu sum sítt besta avrik, er meiri ivasamt. Tí satt at siga kundi dømingin verið væl betri.

Tá HB-leikari varð feldur, sóu allir áskoðarar hetta greitt at vera uttanfyri mark, so at siga. Kortini dømdi Eiler brotsspark, og ikki fyrr enn eftir kjakan aftur og fram við EB/Streymaleikarar, ráðførdi dómarin seg við linjuverjan – ella hjálpardómaran, sum tað nú eitur. Úrslitið var eitt fríspark uttanfyri brotsteigin, sum tað jú átti at vera av fyrstan tíð.

HB-leikararnir mundu í síðsta enda ikki verða so illa nøgdir við avgerðina, tí Vagn Morh Mortensen sendi hetta sama fríspark hegnisliga í netið, so nú var støðan knappliga 4-3.

Og enn vóru fimm minuttir eftir at leika umframt tíðina, sum løgd var aftrat. Tað skuldi vísa seg at verða aðrir fimm minuttir, men hetta gjørdust hendingarríkir minuttir, tí um liðini høvdu skorað tvey – ella enntá trý – mál í part hesa løtuna, so hevði einki órættvíst verið í tí. Liðini snøgt sagt vassaðu í møguleikum síðstu løtuna, men ógvuliga gott møalmansspæl frá báðum málmonnum forðaðu fyri eini enn størri málveitslu.

Um dystinum vantaði nakað í flótandi fótbóltsspæli, so var hetta ríkiliga vigað upp fyri í spenningi, dramatikki og flottum detaljum. Alt í alt ein fantastisk finala.

 

 

Steypafinala í Gundadali

 

EB/Streymur-HB 4-3 (3-0)

1-0 Soren Anghel (brts) (2)

2-0 Hans Pauli Samuelsen (5)

3-0 Arnbjørn Hansen (20)

3-1 Páll M. Joensen (77)

4-1 Karóly Potemkin (79)

4-2 Rógvi Jacobsen (81)

4-3 Vagn Mohr Mortensen (85)

 

EB/Streymur 3

HB 3

 

EB/Streymur: René Tórgarð – Marni Djurhuus, Egil á Bø, John Heri Dam, Bárður Olsen – Ronnie Samuelsen (Gert Hansen 71), Símun Eliasen, Hanus Eliasen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn Hansen (Karóly Potemkin 25), Soren Anghel (Rafael Kwiecinski 85)

 

Gult kort: Marni Djurhuus, Ronnie Samuelsen, Hanus Eliasen

 

HB: Tróndur Vatnhamar – Poul Thomas Dam, Hans á Lag, Rasmus Nolsøe (Vagn Mohr Mortensen 30), Mortan úr Hørg (Páll M. Joensen 30) – Kári Nielsen, Rókur av Fløtum Jespersen, Milan Kulic (Ólavur í Ólavstovu 64), Rógvi Jacobsen, Jákup á Borg – Andrew av Fløtum

 

Gult kort: Páll M. Joensen, Ólavur í Ólavstovu

 

 

Dómari: Eiler Rasmussen, hjálpardómarar: Jens Albert Simonsen, Andreas Petur Hansen, 4. dómari: Lars Müller