Fara aftur á fund klokkan 14

Í dag klokkan 14 fara landsstýrisfólkini og meirilutin í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum aftur til samráðingar um rammurnar til raksturin á fíggjarlógini fyri 2011. Bæði fríggjadagin og í gjár segði Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, við fundarfólkið, at nú skal ein loysn finnast, áðrenn vit fara av fundinum, men nú veit hann ikki, um hann fer at gera tað sama í dag.

- Eg kann gott siga tað triðju ferð, men eg veit ikki, hvussu nógv tað hjálpir, sigur Jóannes Eidesgaard við Rás2.

Seinasta freist at bera ætlaðu rammurnar fyri fíggjarlóg niðan í tingið er í hesi vikuni.

- Fái eg alla vælvild frá Løgtinginum, so kann eg fara niðan í tingið við tí leygardagin í seinasta lagið, sigur Jóannes Eidesgaard.

Spurdur, um tað ikki er ein trupulleiki, at raksturin ikki enn er komin upp á pláss, sigur Jóannes Eidesgaard, at raksturin er staðið har pengar eru at spara og íløgurnar helst ikki koma at vera eins truplar.

Klokkan 12 verða fundir flokkunum og klokkan 14 fara floksformenninir í samgonguni og meirilutin í fíggjarnevndini aftur á fund í fíggjarmálaráðnum.