Fyri at fyrireika endurstovnanina, varð skipað fyri fundi 23. november í Bygdarhúsinum. Har bleiv kunnað um ætlanina at blása lív í Stranda Sjónleikarafelag.
Til kunnandi fundin møttu væl av fólki, og huglagið at fáa lív í sjónleikaravirksemið var avgjørt til staðar. Tí varð gjørt av at kalla inn til fund at endurstovna felagið skjótast gjørligt, soleiðis at nevnd verður mannað og farast kann í gongd við at endurbyggja felagið.
Á fundinum luttóku eisini Noomi Reinert og Arnfinnur Nesá, nevndarforkvinna og nevndarlimur í MÁF. Tey bæði eru eisini virkin í sjónleikaravirkseminum í Losjuni í Gøtu, og tey greiddu frá MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) og royndum teirra innan sjónleik.
Stigtakararnir vóna at undirtøkan eisini verður góð til stovnandi fundin sum verður týskvøldið 5. desember í bygdahúsinum á Strondum kl. 20.
##med2##
##med3##
##med4##