Í seinnapartssendingini hjá Rás2, sum verður send úr Runavíkar kommunu bleiv í dag prátað við Poul Johan Djurhuus á Glyvrum, sum saman við øðrum fer eina bátaferð við missiónsbátinum "Juvel 2" sunnanfjørðs.
Vitjað verður í Nólsoy, Hesti, Sandoy, og í Suðuroy fyrru helvt av mai. Lagt verður at í fleiri bygdum sunnanfjørðs.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna, sum var við Poul Johan Djurhuus á Rás2 seinnapartin.