Fara nú at samansjóða tvørafólk og útlendingar

Tað búgva fleiri útlendingar á Tvøroyri, enn fólk vanliga geva sær far um

Tvøroyrar Býráð fer nú at skipa fyri einum tiltaki við tí endamáli at samansjóða tvørafólk og teir útlendingar, sum búgva á Tvøroyri

 

Tá ið býráðið á Tvøroyri umrøddi spurningin í farnu viku, upplýsti Súsanna Bertholdsenn, forkvinna í Mentanarnevndini og í Sosialu nevnd hjá býráðnum, at tað búgva fólk úr heili 16 fremmandum londum á Tvøroyri og tilsamans eru 48 tilflytarar á Tvøroyri. Tað eru 2,7 prosent av fólkatalinum á Tvøroyri.

 

Hon sigur, at í hesum sambandi hevur okkurt tiltak verið, men talan hevur verið um tiltøk fyri útlendingar burturav og tiltøk fyri tvørafólk burturav.

 

Men nú er ætlanin at hava eitt felags samansjóðingartiltak, sum bæði er fyri tvørafólk og útlendingar, og har tey fáa høvi at hittast og kunna seg um mentanina hjá hvørjum øðrum.

 

Spurningurin er eisini, hvørji tilboð, vit hava til tey, sigur Súsanna Bertholdsen. Og hon sigur í sama viðfangi, at ætlanin er eisini at orða ein miðvísan integratiónspolitikk við tí endamálið at samansjóða teir útlendingar, sum búgva á Tvøroyri, og tvørafólk.