Tað er nógv, sum bendir á, at tað verður E. Phil & Søn, sum fær arbeiðið at gera Molan í Havn størri.
Tí nú fer Tórshavnar Býráð at samráðast við danska byggifelagið um at gera arbeiðið.
Men tað er ikki av tilvild, at Phil & Søn liggur væl fyri at fáa hetta arbeiðið. Tí tá ið arbeiðið varð boðið út, hevði hetta felagið tað lægsta tilboðið.
Og Torfinn Smith, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur ,at nevndin hevur samtykt at samráðast við Phil & Søn um at gera arbeiðið.
? Vit gjørdu av at taka upp samráðingar við felagið, sum hevði lægsta tilboðið sigur Torfinn Smith.
Men hann leggur dent á, at tað merkir ikki, at Phil & Søn longu hevur fingið arbeiðið.
Nógv bíligari
Tá ið arbeiðið at breiðka Molan, var boðið út, komu fýra tilboð.
Men bara eitt var føroyskt.
Phil & Søn bjóðaði sær at gera arbeiðið fyri 34.997.626 krónur.
Annars var tilboðið hjá Højgaard & Schultz, 35.093.000 krónur, tilboðið hjá J. & K. Petersen var 44.556.818 krónur og tilboðið hjá H. Hoffmann & Sønner 56.974.000 krónur, Bíligastu tilboðsgevararnir, E. Phil & Søn gjørdu seinastu útbyggingina av molanum, heiman fyri Skansaboðarnar.
Tað eru nógv ár síðani, at eitt so stórt arbeiði er prosjekterað. Tí hevur tað verið serstakliga ringt at meta um kostnaðin.
Kostnaðarmetingin hjá Landsbyggifelagnum ljóðaði uppá 65 mill. krónur, so tilboðini liggja væl undir metingina,
Útbyggingin er at breiðka Molan upp í einar 80 metrar. Talan er um at gera eitt bingjupláss uppá 18.000 fermetrar.
- Í løtuni er bert pláss til bátar og ein bil at koyra aftur og fram. Einki pláss til at seta bingjur, ella annað.
Grótið til útbyggingina verður tikið av Glyvursnesi og flutt sjóvegis.
Arbeiðið fer at taka umleið fýra ár, og farið verður í gongd í ár.
Í ár hevur Býráðið sett 13 milliónir av á fíggjarlógini til arbeiðið.