Fara nú at gera nýtt fongsul í Føroyum

Tað skal verða liðugt um átta ár

Fongslið í Mjørkadali verður nú niðurlagt

Nú verður farið undir at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum. Tað er ein boðskapur, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevur við sær til Føroyar, higar hon er komin á almenna vitjan í dag.

 

Tað hevur leingi verið átalað, at tey, sum sita í Føroyum, hava so vánaligar umstøður í Mjørkadali, at tað er beinleiðis ósømiligt. Tí verður nú farið undir at byggja eitt nýtt, nútímans fongsul, sum eisini verður størri enn tað í Mjørkadali.

 

Næsta ár, og í 2024, verður fongslið projekterað, og greiða skal eisini fáast á, hvar tað skal vera. Í 2025 og 2026, skal grundstykkið útvegast og í 2027 til 2030, skal fongslið byggjast.

 

Mette Frederiksen sigur, at danska stjórnin fer longu nú at seta neyðugu fíggingina av til at projektera fongslið. Men hon tekur kortini tað fyrivarni, at verkætlanin er treytað av, at Fólkatingið samtykkir ætlanina.

 

Men samstundis skal eisini greiða fáast á um útbúgvingarmøguleikar og starvsmøguleikar til fangarnar og tískil skal samstarv fáast við útbúgvingarstovnar og vinnulív.

 

Á fundi í morgin ímillum løgmann og forsætisráðharran, skrivaðu tey bæði undir eitt ætlanarskriv um at byggja fongslið.

 

Fongslið í Mjørkadali verður nú niðurlagt