Tað er sum liður í kampus-verkætlanini, at parkeringspláss verða gjørd á vøllinum hjá gamla Læraraskúlanum á Frælsinum, sum nú er partur av Fróðskaparsetri Føroya.
Føroya Læraraskúli og Venjingarskúlin vórðu bygdi í sekstiárunum og bygningarnir tiknir í nýtslu til skúlaársbyrjan í 1968.
Fyri nøkrum árum síðani flutti Venjingarskúlin út og er nú partur av Skúlanum á Fløtum. Læraraskúlin er nú partur av Fróðskaparsetri Føroya, sum nú húsast í bygninginum.
##med2##
##med3##
Í samband við høvuðsumvælingina av bygninginum, fer bygningurin at hýsa meiri virksemi hjá Fróðskaparsetrinum enn teir áður hava gjørt, og hetta økir um tørvin á parkering fyri starvsfólk og lesandi. Tí eru parkeringspláss nú gjørd á grasfløtuni á Frælsinum.
##med4##
##med5##
Sambært Landsverki er talan um eina fyribils parkeringsloysn. Í heildarætlanini fyri Kampus frá 2018 er parkeringskjallari ætlaður at vera undir jørð, har grasfløtan er i dag. Parkeringskjallarin verður bygdur í samband við, at deildarbygningar verða bygdir á grasfløtuni, tá felagsbygningurin stendur liðugur.
Soleiðis verður parkeringin verður skipað.