Farmakonomar ráðgeva um heilsu og heilivág

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági? So er farmakonomútbúgvingin kanska nakað fyri teg.

Apotekini eru ein týdningarmikil partur av heilsuverkinum, og tey koma dagliga nógvum borgarum til góðar. Her ber til hjá einum og hvørjum at fara inn og fáa ókeypis vegleiðing frá einum fakpersóni um heilivág og sjúkur.

 

At veita slíka ráðgeving krevur nógva fakliga vitan. Tað krevur vitan um heilsu, sjúku, heilivág og menniskju. Og júst hesi tingini eru grundarsteinurin í farmakonom-útbúgvingini.

 

Fyri at blíva farmakonomur krevst ein útbúgving – farmakonomútbúgvingin, sum tekur 3 ár.

 

Á útbúgvingini lærir tú um heilsu, sjúku, heilivág og um kundaavgreiðslu. Eisini fært tú dygga vitan um medisinsk og heiliráðfrøðilig fak so sum kropsbygnaðarfrøði, sjúkdómalæru og serstaka heiliráðfrøði, umframt lóggávu og samskifti.

 

##med2##

 

Útbúgvingin er skipað soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á apoteki og skúlagongd á Farmakonomskúlanum, Pharmakon, sum er í danska býnum Hillerød.

 

Samanlagt er skúlagongdin 23 vikur. Skúlaskeiðini eru skipað, við at 7 skeið eru 3 vikur hvør, og 1 skeið er 2 vikur.

 

Fyri at blíva upptikin skalt tú hava eina miðnámsútbúgving ella vera heilsurøktari (stig 2), og so eru krøv til ávís fak.

 

##med3##

 

Læruplássini eru Tjaldurs Apotek, Norðoya Apotek, Eysturoyar Apotek og Suðuroyar Apotek, umframt  Framleiðsluapotekið og sjúkrahúsverkið. Læruplássini áseta sjálvi freistina fyri umsókn og upptøku.

 

Fleiri framtíðarmøguleikar

 

Eftir lokna útbúgving arbeiða flestu farmakonomar í Føroyum á apoteki og eru tí dagliga í sambandi við brúkaran av heilivági og ráðgeva dagliga um rætta nýtslu av heilivági og um sjúkufyribyrging og annað.

 

##med4##

 

Sum farmakonomur kanst tú eisini arbeiða við eitt nú góðskustýring og eftirliti í heilivágsídnaðinum.

 

Sum heild er tørvurin á farmakonomum stórur, og møguleikarnir við útbúgvingini eru fjøltáttaðir.

 

Møguleiki er eisini fyri at taka eftir- og víðariútbúgving, um man ynskir tað.

 

##med5##

 

Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024