Farmaskip við tøð er sokkið í Reyða Havinum

21.000 tons av tøð vóru umborð á skipinum, sum var álopið av houthirørsluni

Í gjár sakk farmaskipið Rubymar við 21.000 tonsum av tøð umborð í Reyða Havinum.

 

Skipið var álopið av houtirørsluni tann 18. februar og hevur síðani verið í vanda fyri at søkka. Manningin var farin av skipinum.

 

Ritzau skrivar, at Rubymar sigldi undir flaggi hjá Belis og var rikið av Blue Fleet Group í Libanon. Í farnu viku ljóðaði, at ætlanin var at sleipa skipið til Jeddah í Saudi Arabia, men tað varð av ongum.

 

Amerikanska hernaðarleiðslan í økinum – Centcon – heldur, at tey 21.000 tonsini av sonevndum kølievnistøð skapa umhvørvisvanda í havinum.

 

Houtirørslan, sum heldur til í Jemen, hevur síðani november framt álop á skip í Reyða Havinum. Hetta hava tey gjørt fyri at stuðla stríðnum hjá Hamas ímóti Ísrael.

 

Nógv reiðarí eru givin at sigla í økinum, hóast eitt nú amerikansk krígsskip eru á varðhaldi. Leiðin suður um Afrika er munandi longri – og kostar tíð og pengar fyri reiðarí og kundar.