Faroe Ship slepti tí góðu rutuni

- Vit høvdu eina góða rutu, tá Faroe Ship sigldi úr Føroyum til Scrabster, haðani til Hirtshals og uppaftur til Føroya, sigur Birgir Kass, sum starvast hjá Faroe Seafood

Útflutningur

 

Birgir Kass er ein teirra, sum heldur, at tænastan hjá Faroe Ship til frama fyri føroyskan fiskaútflutning er alt ov vánalig.

Hann sigur, at føroyskir fiskaútflytarar høvdu eina góðu rutu, tá felagið sigldi úr Føroyum til Scrabster, haðani til Hirtshals og uppaftur til Føroya.

- Tá sigldi skipið við nógvum fiski, sum antin kundi skipast upp í Scrabster ella í Hirtshals. Heimaftur úr Hirtshals hevði skipið eisini farm til Føroya.

Birgir vísir á, at Faroe Ship broytti hesa rutu fyrst í hesum árinum, soleiðis at felagið nú sigldi tvær ferðir um vikuna úr Føroyum til Scrabster og heimaftur til Føroya.

- Vit hava skilt, at Faroe Ship var ikki nøgt við farmin heimaftur úr Scrabster, og tí hevur felagið helst valt at niðurleggja hesa rutu.

 

Ikki nøktandi

Føroyskir fiskaútflytarar halda lítið um nýggju rutuna, sum Faroe Ship nú fer at sigla úr Føroyum til Immingham.

- Vit kunnu væl skilja, at hetta passar betri inn í konseptið hjá Eimskip, sum eigur Faroe Ship, men henda farleið tænir ikki útflutningi av feskum fiskavørum úr Føroyum.

Birgir Kass sigur, at ein fráferð úr Føroyum til Immingham heldur ikki er nøktandi.

- Fyri tað fyrsta er ein fráferð ov lítið, og í øðrum lagi er teinurin langur. Fiskurin kann skjótt gerast ov gamal, áðrenn hann kemur út til keypararnar, og váðin hjá føroyskum útflytarum gerst sostatt ov stórur, sigur hann.