Fátækir bólkar av kvinnum um 30 ár

Vit kunnu koma út fyri at hava bólkar av fátækum kvinnum um 30 ár, tí kvinnur vinna ov lítið til pensión og arbeiða niðursetta tíð, sigur forkvinnan í Kvinnufealgssamskipan Føroya, Birta Biskopstø

Nógv av tí, sum kvinnur stríðast fyri í dag, er bygnaðarligt og snýr seg í veruleikanum um vælferðarsamfelag og solidaritet, sigur Birta Biskopstø, forkvinna í Kvinnufelagsamskipan Føroya.


Kvinnur arbeiða serliga í ávísum yrkisbólkum og nakrir av hesum hava sera vánaligar fortreytir á arbeiðsmarknaðinum. Hetta eru viðurskifti, sum ikki broytast so leingi, sum kvinnur ikki hava ávirkan á egnu umstøður, sigur forkvinnan í Kvinnufelagssamskipan Føroya, Birta Biskopstø.

 

Eitt nú eru tað trupulleikar hjá kvinnum, sum eru tímaløntar, ella arbeiða niðursetta tíð og hava eina lægri realløn, tí tær eru á barsil. Alt hetta merkir, at tær hava sera lítla pensión, tá tær verða eldri.

 


- Síggja vit fyri okkum, hvussu samfelagsmyndin er 30 ár fram í tíðina, kunnu vit koma út fyri, at vit hava ein bólk av kvinnum, sum eru fátækar, sigur Birta Biskopstø.

 

Orsøkin er kvinnufakini og viðurskiftini har, og at kvinnur í nógv størri mun eru á barsil enn menn.

 

Ein persónur á barsil fær í mesta lagi 25.000 krónur frá barsilskipanini. Av teimum fer eitt procent av til pensión tað fyrsta árið, tvey procent komandi árið og so framvegis. Hetta merkir, at nógvar kvinnur ikki vinna sær nóg stóra pensión, og reallønin lækkar hvørja ferð, tær fara á barsil, sigur Birta Biskopstø.

 

Ein kvinnuspurningur er ein samfelagsspurningur, og tað eigur at vera ein partur av okkara dannilisi at seta okkum inn í hesi viðurskifti uttan um til, hvat vit halda um reyðsokkar, heldur hon.

- Eg havi personliga aldrin merkt nakran mun, eg havi forhandlað meg til tað, sum eg skal hava, men eg haldi, at hetta er ein samfelagsspurningur.

 

Eg veit ikki, um tað endiliga snýr seg um, at kvinnufelagið er ímóti monnum, men tað vit gera vart við rakar kanska serliga kvinnurnar, og tað verður ikki broytt, um vit ikki hava javnstøðu bæði í parlamentariska og útinnandi valdinum.

Hví skal tað tað? Hví skulu menn lata vald frá sær, um teir ikki hava tað fyri neyðini, sigur Birta Biskopstø og leggur aftrat:


- Hinvegin broytist samfelagið hjá okkum allatíðina - tey seinastu árini hevur so gott sum verið javnstøða millum kynini á flestu útbúgvingarøkjum, so eg rokni við, at henda javnstøðan fer at speglast aftur í samfelagviðurskiftunum um nøkur ár.