Týskland-Føroyar
Hannover: Í hósdagsblað okkara høvdu vit prát við stjóran í Atlantsflog, har tosað varð um týdningin, sum fótbóltslandsliðið hevur fyri ferðavinnuna.
Tá segði hann, at hetta partvíst varð treytað av, hvørjum londum vit møttu og partvíst, hvussu úrslitini vóru.
Mikukvøldið hittu vit aftur Magna Arge á flogvøllinum í Hannover, og tá var spurningurin sjálvsagt, hvussu nógv málið hjá Føroyum ella úrslitið sum heild, var vert fyri ferðavinnuna.
- Tað ber slettis ikki til at gera hetta upp í pengum. Áhugin fyri Føroyum undan dystinum hevur verið stórur, og tað sum hetta fer at føra við sær, verður so nógvar ferðir størri.
- Eg kann til dømis nevna, at stjórin í Icelandair segði mær, hvussu øvundsjúkur hann var, tí Føroyar fingu seks síður í flogmagasininum, sum eitur Focus. Hetta svarar til eitt lýsingarvirði upp á einar 200.000 evrir, og tað er bert í einum blað.
- Vit hava fingið síðu oman á síðu í hópin av bløðum. Sjónvarpslið hava verið í Føroyum og gjørt sendingar, og yvirhøvur hevur talan verið um serstakliga positiva umrøðu. Tað er lýsingarvirði, sum als ikki kann gerast upp í pengum, og eftir dagin í dag er áhugin bara øktur.
- Eg skal ikki standa og siga, at hetta verður gjøgnumbrotið hjá Føroyum á týska ferðavinnumarknaðinum, men kemur tað ikki nú, so kemur tað ongantíð. Og óansæð um tað kemur ella ikki, so er reklaman, sum vit nú hava fingið, somikið stór, at hon als ikki kann gerast upp í pengum.