Favorittarnir fingu fult

HB, KÍ og EBS/Skála vunnu í dag í kvinnukappingini í fótbólti

16. umfar í kvinnudeidini í fótbólti hevur verið á skránni í góðveðrinum seinnapartin. Støðutalvan segði, at KÍ, EBS/Skála og HB vóru favorittar, og allir favorittarnir vunnu fulla úrtøku.

KÍ var á útivølli ímóti Víkingi, og tað var eingin slingur í valsinum hjá teimum úr Klaksvík. Tær vunnu 7-0, eftir at hálvleiksstøðan var 4-0.

Við Margáir hevði oddaliðið EBS/Skála vitjan av AB, sum er aftast. Heimaliðið skoraði tvey mál fyrrapartin av 1. hálvleiki, og tað var tað.

Tað verður nýtt umfar mikukvøldið, og tá verður í Klaksvík mest sum avgjørt, um tað verður EBS/Skála ella KÍ, sum skal vinna FM.

Í dag varð tað mest sum greitt, at tað verður HB, sum vinnur bronsukrónurnar. Í grannauppgerðini ímóti B36 vann HB 3-0. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki.

 

Víkingur-KÍ 0-7 (0-4)

0-1: Sigrid Jacobsen 1.

0-2: Laila Pætursdóttir 4.

0-3: sjálvmál 30.

0-4: sjálvmál 45.

0-5: Rannvá B. Andreasen 47.

0-6: Rannvá B. Andreasen 67.

0-7: Sigrid Jacobsen 75.

 

EBS/Skála-AB 2-0 (2-0)

1-0: Silja Johannesen 10.

2-0: Sólja Eiðisgarð 19.

 

B36-HB 0-3 (0-0)

0-1: Elin Maria Isaksen 65.

0-2: Milja Simonsen 67.

0-3: Elin Maria Isaksen 90.

 

Støðan

EBS/Skála 39

KÍ 37

HB 25

B36 20

ÍF 12

Víkingur 5

AB 2

HB og ÍF hava spælt 13 dystir, og hini liðini hava spælt 14 dystir.

 

Mikudagin 11. september

KÍ-EBS/Skála

HB-Víkingur

AB-ÍF