Fótbóltur
Næst seinasta umfarið í kvinnudeildini varð leikt um vikuskiftið, og úrslitini lagaðu seg soleiðis, at spenningurin í kappingini verður varðveittur til seinasta umfari. Í ølum førum spenningurin um silvurmerkini. Gullinum hevur KÍ langt síðani tikið sær av, og einasti spurningurin er nú, hvørt tær eisini megna at vinna tíggjuna dystin í endaspælinum, soleiðis at tær kunnu enda árið við fullum stigatali.
HB gjørdi mótstøðu
Í Havn spældi júst KÍ móti HB, og her var helst einki at ivast í, at níggjundi sigurin hjá KÍ í endaspælinum bíðaði. Tað gjørdist eisini endin, men áðrenn tær kundu staðfesta sigurin, mátti KÍ lata sær lynda ávísara frustratiónir, tí HB gjørdi alt tað, sum tær vóru mentar, til tess at steðga meistaraliðinum.
Tað var alla tíðina KÍ, sum trýsti, og tað var eisini fult uppiborið, tá Rannvá Andreasen legði tær á odda tíðliga í dystinum, men HB gavst ongantíð. Tær royndu at liggja framvið, og beint fyri steðgin eydnaðist Eyðfríð Kristiansen at javna, tá hon átti seinasta fótin eftir frísparksinnlegg.
Í seinna hálvleiki brast tó fyri nev hjá KÍ, og so gjørdu tær skjótt av, tá stigaposin skuldi surrast. Bert fáir minuttir vóru farnir, tá Rannvá Andreasen legði bóltin fyri føturnar á eini fullkomuliga leysari Malenu Josphsen, og stutta løtu seinni var Rannvá aftur upp á spæl, tá hon smekkaði fríspark beinleiðis í kassan, og so var alt avgjørt.
KÍ yvirvágin var stutt sagt alt ov stór, til at HB hevði møguleika at koma fyir seg aftur, og fram móti dystarenda staðfesti Rannvá Andreasen bæði sigurin og sítt egna heiti á máltindinum, tá hon sendi bóltin í netið til 4-1.
Silvurið kann røkkast
Í Gøtu skuldi B68 greiða setningin móti GÍ, men eins og hjá KÍ, so tók tað sína tíð at basa botnliðnum. Eftir ein fyrra hálvleik, har B68 hevði yvirvág, men kortini ikki skaptu teir stóru møguleikarnar, stóð framvegis á jøvnum, og í seinna hálvleiki helt sama dystargongdin fram. Ikki fyrr enn helmingurin av seinna hálvleiki var runnin, eydnaðist B68 at skora, tá Maibritt Olsen var fyrst á einum bólti, sum varð sendur inn um GÍ-verjuna, og sama støðan íkom nakað seinni, tá Maibritt aftur var á staðnum og avgjørdi dystin.
Fyri B68 merkir sigurin, at tær framvegis hava møguleikan at ogna sær silvurmerkini, tí enn er bert eitt stig upp til B36. Skal tað eydnast teimum at tryggja sær sigurin, fer tað tó at krevja bæði dugnaskap og hepni, tí í fyrsta lagi skulu toftakvinnurnar vinna sín dyst, sum er á útivølli móti KÍ, og harnæst skal B36 ikki vinna sín dyst ímóti HB.
Seinasti dysturin hetta umfarið var á Skála, har B36 vitjaði. Tað eydnaðist B36 at vinna ein trivaligan sigur, men leingi sá tó út til, at Skála skuldi geva gestunum ein veruligan hvøkk. Skála var nevnliga á odda bæði 1-0 og 2-1, men so skrædnaði, og í seinna hálvleiki kundi B36 veruliga dusa sær í málrúsinum.
Sum sagt merkir hetta eftir øllum at døma, at B36 nú fer at ogna sær silvurmerkini. Tað kann eisini væl vera, at tær hava ráð til at tapa seinasta dystin móti HB, men tað man tó neyvan vera nakað, sum tæør svørt/hvítu hugsa um, tá tað eru grannarnir, sum standa á skránni.
Úrslit um vikuskiftið
HB-KÍ 1-4 (1-1)
0-1: Rannvá Andreasen
1-1: Eyðfríð Kristiansen
1-2: Malena Jospehsen
1-3: Rannvá Andreasen
1-4: Rannvá Andreasen
GÍ-B68 0-2 (0-0)
0-1: Maibritt Olsen
0-2: Maibritt Olsen
Skála-B36 2-7 (1-1)
1-0: Poula D. Olsen
1-1: Anja Weihe
2-1: Elin Jacobsen
2-2: Ása á Neystabø
2-3: Ása á Neystabø
2-4: Ása á Neystabø
2-5: Súsanna Hansen
2-6: Arnbjørg Danielsen
2-7: Arnbjørg Danielsen