Favorittarnir vunnu FM í dart

Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag og Jan McIntosh úr Havnar Dartfelag vóru favorittar at vinna FM undan ársins FM brakið. Baði tvey livdu upp til favorittleiklutin og fingu við tógvi stríð FM heim

Dartsamband Føroya skrivar, at hjá kvinnunum var fleirfaldi FM vinnarin Beinta Joensen favorittur at vinna, men longu í fjórðingsfinaluni sá hon, at her skuldi kempast fyri sakini, tá spæli ikki ordiliga vildi tað sum hon vildi. Hon bardi seg til ein 4-2 sigur á Paulu Poulsen. Í hálvfinaluni koyrdi spæli betu, tá vann hon aftur 4-2 hesuferð á landsliðsleikaranum Anniku Joensen. Í finaluni sum bleiv ein sannur gysari, møtti hon øðrum landsliðsleikara  Kristbjørg Vesturklett Reinert úr Vága Dart Felag, Beinta kom væl frá landið, men Kristbjørt kom betur við, spælt var til 5, og við støðuni 4-2, so væntaðu øll at nú var avgjørt, men Kristbjørg vildi tað annaðleiðis, og bardi seg upp til 4-4. Í seinasta settinum høvdu baðar pílar til double, men til endans vann rutinan 5-4.

 

##med2##

 

Hjá monnunum hevði Jan McIntosh trubuleikar longu tíðliga í kappingini. Tá 16 leikarar vóru eftir møtti hann Benny Hansen úr D9, Benny reyk avstað uppá 3-0 og við einum flottum comeback kundi fleirfaldi FM vinnarin fara víðari við 4-3. Í fjórðingsfinaluni lat hann ongan iva verða um, tá hann vann 5-2 á landsliðsleikaranum Allan við Rætt, og í hálvfinaluni stóð nú Tummas Simonsen, Tummas er ein av nýggju spennandi leikarunum, og vænta var ikki at hann kom so langt, men hann gav Jan ein dyst, har Jan tó dró longra straði 6-3. Í finaluni møtti hann landsliðsmakkarinum Jan Erik Fjallstein úr Vága Dartfelag. Jan og Jan Erik hava báðir umboða landsliðið í fleiri ár, og til HM í ár, vóru teir makkarar í tvímansleiki. So tað vóru tveir leikarar sum kennast væl. Finalan var góð og væl spæld, har baðir lógu beint undir 80 í snitt. Men Jan var kaldari tá á stóð og vann enn eitt FM heitið, við at vinna 7-4 í finaluni

 

##med3##

 

Endaligu úrslitini vóru:

 

Kvinnur

 

Nr 1 Beinta Joensen KDF

 

Nr 2 Kristbjørg Vesturklett Reinert VDF

 

Nr 3 Annika Joensen Team Sandoy

 

Nr 3 Maibritt Hvíthamar HDF

 

 

 

Menn

 

Nr 1 Jan McIntosh HDF

 

Nr 2 Jan Erik Fjallstein VDF

 

Nr 3 Tummas Simonsen D9

 

Nr 3 Petur Grønagarð EDF

 

Nú eru einstaklinga kappingarnar fyri í ár lidnar, og byrja verður aftur í januar