Nøvnini á fýra av teimum átta, sum mikudagin 10. mai skulu spæla fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið, eru funnin í kvøld.
HB vann eftir stórt drama og longda leiktíð 2-1 á útivølli ímóti Víkingi, sum í fjør vann steypafinaluna ímóti KÍ.
NSÍ vann óvanliga stóran 14-0 heimasigur ímóti MB. Hálvleiksstøðan var 4-0, og í seinna hálvleiki vóru fýra av fimm innskiftarum millum málskjúttarnar.
Á Skála var tað málleyst eftir fyrra hálvleik, og so var heimaliðið frammanfyri 3-0, áðrenn B71 minkaði um munin. Á vøllinum við Løgmannabreyt var EB/Streymur frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik, og so skoraði EB/Streymur fýra mál í seinna hálvleiki. Talan var um seks ymiskar málskjúttar.
NSÍ – MB 14-0 (4-0)
1-0: Steffan A. Løkin
2-0: Atli D. Petersen
3-0: Jógvan Højgaard
4-0: Oddur Á. Højgaard br
5-0: Jógvan Højgaard
6-0: Hans Marius Davidsen
7-0: Mamuka Toronjadze
8-0: Andri Benjaminsen
9-0: Teitur Knudsen
10-0: Pætur Hentze
11-0: Betuel Hansen
12-0: Steffan A. Løkin
13-0: Beinir Nolsøe
14-0: Jógvan Højgaard
Skála – B71 3-1 (0-0)
1-0: Carlos Ferreira
2-0: Meinhard Janusarson
3-0: Marjus Nón
3-1: Hans Oddson Hentze
FC Hoyvík – EB/Streymur 0-6 (0-2)
0-1: Tóki H. Johannesen
0-2: Gutti Dahl-Olsen
0-3: Bogi Reinert-Petersen br
0-4: Jákup Hummeland
0-5: Virgar Jónsson
0-6: Filip Djordjevic
Í morgin
Leygardagin 22. apríl
ÍF – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
B36 – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.00
AB – FC Suðuroy: Rani A. Skaalum kl. 16.00
TB – B68: Rúni Olsen kl. 16.00