Tað er longu aftaná tvey umfør greitt, at tað vera H71 og Neistin, ið hava vunnið seg víðari til hálvfinalurnar úr bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Í høllini í Vestmanna vann Neistin ein tepran 30-29 sigur á VÍF. Neistin var greitt á odda 21-14 í steðginum. Tá 46 minuttir vóru leiktir hevði VÍF minkað munin til 23-25. Við níggju minuttum eftir at leika hevði Neistin økt til 28-24. VÍF fekk tvær ferðir minkað leiðsluna hjá Neistanum niður í eitt mál, men nærri komu teir ikki.
Óla Jákup Gaard Olsen, Áki Egilsnes og Filip Jojic vóru toppskjúttir hjá VÍF. Teir skutu fimm mál hvør. Mortan Eyðunarson var við sjey málum toppskjútti hjá Neistanum.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 ein knúsandi 37-12 sigur á Team Klaksvík. Í steðginum var støðan 19-5.
Jákup Egholm var toppskjútti hjá H71, og Tóri Ragnarsson var toppskjútti hjá Team Klaksvík, báðir við seks málum.
H71 og Neistin hava fýra stig hvør, meðan VÍF og Team Klaksvík hava enn ikki fingið stigið í bólkinum. Sostatt hava H71 og Neistin longu tryggjað sær pláss í hálvfinalunum.
10. desember verður spælt soleiðis í triðja og seinasta umfarinum: H71-Neistin og Team Klaksvík-VÍF.
HER eru dómaraseðlarnir frá HSF frá báðum dystunum í bólki 2:
##med2##
##med3##













