VEKS í tíggju ár og kvøldseta í Kvívík

Sálarfrøðingur fer at røða um einsemi á eldraárum, og hvussu vinnast kann á einsemiskensluni

Hóskvøldið hin 20. november klokkan 20 verður kvøldseta í Frøishøllini í Kvívík.

 

Tað verður borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen, sum fer at bjóða vælkomin.

 

Umframt at vera borgarstjóri, er Hans Jóhann eisini næstformaður í VEKS-samstarvinum.

 

VEKS er eldrasamstarvið millum Vestmanna kommunu, Eiðis kommunu, Kvívíkar kommunu og Sunda kommunu.

 

Kvøldsetan verður hildin, nú samstarvið hevur 10 ár á baki, og í Kvívík verður ymiskt forvitnisligt á skránni hóskvøldið.

 

Umframt, at her verður eitt rørsluligt innspark, sum tað verður rópt í skránni, fer Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, eisini at greiða frá.

 

Sálarfrøðingurin fer at røða um einsemi á eldraárum, og hvussu vinnast kann á einsemiskensluni.

 

##med2##

 

Durita Svarthamar fer at syngja, og her verður te, kaffi og føðingardagskaka.

 

Sum seinasta punkt á skránni fyri kvøldið verður føroyskur dansur við Norðstreymoyar Dansifelag.