Havna- og vinnunevndin og vinnumennarin hjá Vágs kommunu vitjaðu í dag Radioservice hjá Sævari Haldórsson og Toystovuna hjá Jónu Dahl.
- Væl varð tikið ímóti okkum, og prátið gekk væl, siga tey á heimasíðuni hjá Vágs kommunu í kvøld.
Víst verður á, at báðar fyritøkurnar hava virkað í Vági í nógv ár, og Sævar greiddi frá, at hann keypti bygningin, har Radioservice er, í 1995.
- Jóna greiddi frá, at Toystovan flutti í núverandi hølir í 1989, og hon segði, at teimum hevur dámt væl at verið vinnurekandi í Vági.
Toystovan verður væl vitjað og nógv ferðandi, sum vitja Suðuroynna, koma inn á gólvið.
- Sigast kann, at fyri føroyingar, sum vitja í Vági, er Toystovan eitt ferðamál í sær sjálvum, tí nógv koma suður fyri at keypa klæðir og skógvar í Toystovuni í Vági.
Í løtuni gera Jóna og dóttirin Diana klárt at fyrireika sølubás til tiltakið Jólabrell, sum VB skipar fyri í Vágs Høll hetta vikuskiftið.
- Sævar bjóðaði okkum ein kaffimunn í kaffistovuni, og har vóru sum vant nógvir góðir menn og fingu sær kaffimunn og eitt gott prát.
Sævar greiðir frá, at nú hann er vorðin eitt sindur eldri, eru uppgávurnar ikki eins nógvar sum áður. Tað eru fáar umvælingar longur, tí tað mesta verður skift út ístaðin fyri at verða umvælt.
- Men hann hevur framvegis sølu og veitir góða tænastu til teirra, ið hava tørv á uppseting og fínstilling av sjónvarpi, útvarpi og øðrum, siga tey í Vágs kommunu.
Endamálið við vinnuvitjanunum er at fáa prát við tey, ið reka fyritøkurnar í Vági og hoyra um dagligu gongdina - og um tað er nakað, sum nevndin fær stuðlað við.
- Eisini hevur tað týdning at vísa lokalu fyritøkunum áhuga, tí umframt at skapa arbeiðspláss, skapar hetta eisini trivnað og fjølbroytni í nærumhvørvinum.
Ætlanin er, at havna- og vinnunevndin skal vitja allar fyritøkur í Vági.
- Er tað onkur fyritøka, sum hevur okkurt átrokandi mál at taka upp, ber altíð til at seta seg í samband við limir í havna- og vinnunevndini ella vinnumennaran hjá Vágs kommunu.











