Faxe Kondi og HSF leingja samstarvið um steypakappingina

Týsdagin var nýggjur sáttmáli millum Hondbóltssamband Føroya og P/F Poul Michelsen

Mynd: HSF

Faxe Kondi heldur fram sum steypakappingarstuðul hjá HSF.

 

HSF Skrivar á heimasíðu sínari: - Týsdagin var nýggjur sáttmáli millum Hondbóltssamband Føroya og P/F Poul Michelsen. 

 

Vit fegnast um, at góða samstarvið við HSF heldur fram, sigur Gunnar Mohr, stjóri í P/F Poul Michelsen. Føroyskur hondbóltur er í eini stórari og spennandi menning og vilja vit vera við á ferðini. Vit eru errin av, at stuðla føroyskum hondbólti og vilja vit gera okkara til, at karmarnir kring hondbóltin eru so góðir sum gjørligt.

 

Faxe Kondi hevur verið steypakappingarstuðul hjá HSF síðan 2015 og er stóra steypafinaluvikuskiftið vorðið hæddarpunktið í heimliga hondbóltskappingarárinum, bæði hjá leikarum, familjum, áskoðarum og hondbóltsglaðum føroyingum.

 

Nýggi sáttmálin er galdandi í 2025 og 2026. Skrivar HSF.

 

Mynd: HSF