Faxe Kondi: VÍF vann á Neistanum

Heldur ikki í bólki 1 er avgerðin fallin um hvør vinnur seg víðari til hálvfinalurnar

Ein dystur var leiktur í bólki í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.

 

Í høllini á Hálsi í Havn tók Neistin móti VÍF.

 

Vestmenningar vunnu greiðan 32-25 sigur. Í steðginum var tað tó heimaliðið, ið var á odda 13-12.

 

Johannes Pólsson Kragesteen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við seks málum.

 

Filip Jojic (myndin) var enn eina ferð stórskjútti hjá VÍF. Hesaferð við 14 málum.

 

6. desember tekur VÍF móti StÍF í høllini í Vestmanna í tí seinasta dystinum í bólkinum. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF1322572
 NEISTIN2585712
 STÍF12533-80