FC Barcelona hevur koyrt Xavi sum venjara

La Liga: Tað er aftir kaos í FC Barcelona, sum í dag hevur koyrt venjaran, Xavi

Og so var alt aftur við tað gamla í FC Barcelona. Felagið, sum eina ferð umboðaði tann góða fótbólti, er nú aftur felagið, ið umboðar kaos. Fíggjarligt óskil hevur valdað í felagnum í fleiri ár, og í seinastuni hevur verið ilt millum venjaran, Xavi, og tann fyrr so væl dámda forsetan, Joan Laporta.

 

Í dag hevur FC Barcelona boðað frá, at venjarin er koyrdur. Seinasti dysturin hjá Xavi verður um vikuskiftið, tá seinasta umfar í La Liga er. Xavi hevði annars sjálvur boðað frá, at hann fór at gevast eftir hetta kappingarárið, men partarnir samdust um at halda fram, eftir at gongdin bleiv vend. Nú er aftur vend í og Xavi heldur ikki fram í starvinum.

 

Týska Sky Sports skrivar, at Hansi Flick verður nýggjur venjari. Hann hevur verið vernjari hjá eitt nú Týsklandi og Bayern Munchen.