FC Suðuroy: Palli hugsar lokalt

Palli Augustinussen ætlaði at brúka fyrsta árið í Føroyum aftur, til at koma í venjing aftur. Men hóast landsliðsvenjarin var skjótur at senda boð eftir honum, so er tað FC Suðuroy, ið upptekur tankarnar hjá løgreglumanninum

Í fjør kom Palli Augustinussen heim til VB/Sumba í næstbestu deildini og ætlaði at spæla seg í form. Í hálvtfimta ár hevur hann nomið sær útbúgving sum løgreglumaður, og hesa tíðina hevur tað verið so sum so við regluligari fótbóltsvenjing.
– Eg ætlaði at brúka fyrsta árið til at spæla meg í form. Í so máta passaði tað mær fínt, at liðið lá í 1. deild, greiðir Palli Augustinussen frá. Tískil hevði hann ógvuliga ilt við at trúgva tí, tá Brian Kerr ynskti at síggja hann til landsliðsvenjing.
– Tað var eitt líka stórt yvirraskilsi fyri meg, sum fyri øll onnur, fortelur liðformaðurin hjá FC Suðuroy lítillátin. Palli Augustinussen var partur av bruttohópinum til dystin móti Serbia, men hóast hann ongantíð er komin á vøllin enn í landsliðshøpi, so heldur Brian Kerr framvegis eitt gott eyga við løgreglumanninum. Hetta fekk Palli Augustinussen staðfest í farnu viku, tá landsliðsvenjarin hevði sent boð eftir honum til venjingardyst í Gundadali.
Sjálvur hugsar Palli Augustinussen ikki so nógv um landsliðsfótbólt.
– Eg veit ikki, hvat eg skal siga til tað. Eg eri ikki ungur longur og hugsi fyrst og fremst um FC Suðuroy og tær uppgávurnar, okkum standa fyri framman, sigur 29 ára gamli vágbingurin.

Støðufesti er lyklaorðið
Sjálvur metir Palli Augustinussen, at fremsta uppgávan hjá honum og hinum leikarunum í FC Suðuroy er at tryggja liðnum støðufesti.
– Tað er gamaní at spæla væl í 1. deild, men nú skulu vit inn at prógva okkum millum teir bestu. Tað er eisini her, vit hoyra heima og tað er hetta, sum eg kenni til, sigur Palli Augustinussen, sum spældi í bestu deildini øll árini, áðrenn hann fór niður í skúla.
– Ja, onkuntíð vóru vit heilt uppi í toppinum. Tí er tað undir heilt øðrvísi fortreytum, at vit nú eru aftur, tí nú er fremsta uppgávan at stabilisera seg, sigur Palli Augustinussen.

Hann hevur ábyrgd
Ein av fortreytunum fyri støðufesti er royndir. Hesar hevur Palli Augustinussen og hesar hevur eisini 31 ára gamli Dan Djurhuus. Annars er tað í stóran mun ungir mans, sum skulu mynda liðið hjá FC Suðuroy.
Men er tað ikki ein trupulleiki tá, at Palli Augustinussen hevur verið burtur frá fótbóltinum í oynni so leingi?
– Míni bestu fótbóltsár eru farin aftur um bak, tí hesi skulu eitast at vera, frá tú ert 24 til 28 ára gamal. Tað gerst so ikki við, men eg havi sanniliga saknað at spælt við VB/Sumba hesi árini, tá eg havi sitið og lurtað eftir útvarpinum sunnudagar, sigur Palli Augustinussen, sum tykist ógvuliga motiveraður. Ikki minst, tí hann ikki fekk nøkta tørvin við at spæla við eitt nú Næstved og ÍF Føroyum.
– Eg havi saknað at spælt fyri felagið, eg hoyri til. Tað er nógv stuttligari at spæla har og tað eru heilt aðrar kenslur knýttar upp í tað. Vit kenna hetta felagið og vit kenna áskoðararnar, samstundis sum vit eisini kenna týdningin av okkara avrikum fyri oynna, greiðir Palli Augustinussen frá.