FC Keypmannahavn megnaði í kvøld at vinna seg til bólkaspælið í Champions League, og tað sæst longu á vónum felagsins til ársroknskapin fyri 2022.
Í eini fráboðan upplýsir Parken Sport & Entertainment, felagið handan FCK, at vánirnar fyri 2022 eru uppraðfestar við eini trísiffraðari milliónaupphædd.
Felagði hevði fyrr í dag hevði sent út hálvársroknskapin við vónum um eitt yvirskot upp á millum 125 og 150 milliónir krónur, so eru vónirnar nú millum 250 og 275 milliónir krónur.
Umsetningurin væntast sjálvandi eisini at gerast hægri. Nú verður roknað við inntøkum upp á millum 1.175 og 1.225 milliónir krónur ímóti teimum higartil fráboðaðu vónunum upp á 1.025 og 1.075 milliónunum.
FCK slapp ígjøgnum nálareygað til størstu kappingina í Evropa við 0-0 á útivøllini ímóti Trabzonspor. Harvið var heimasigurin upp á 2-1 í síðstu viku nóg mikið til at tryggja sær atgongd.
Tað er fimtu ferð í søguni hjá FCK, at felagið megnar at vinna seg til Champions League. Donsku meistararnir luttóku seinast í kappingini í 2016-17, tá tað endaði við einum triðjaplássið í bólkinum við Leicester, Porto og Club Brugge.
Í morgin verða nøvn sett á mótstøðuliðini hjá keypmannahavnarfelagnum í hesi hámett fótbóltskapping.
Uttan iva vónar FCK at fáa so laka mótstøðu sum gjørligt, tí bæði javnleikir og sigrar geva fleiri milliónir á kontuna.
Vinnur FCK ein dyst í bólkaspælinum, fær felagið 20,8 milliónir krónur, meðan ein javnleikur gevur 7 milliónir krónur.
Bara luttøkan í sær sjálvum gevur eisini pengar í kassan hjá danska fótbóltsfelagnum. Øll lið, sum hava spælt seg víðari, fáa 116 milliónir krónur, og harumframt bíðar FCK eitt sokallað »koefficinetsbonus« upp á umleið 42 milliónir krónur eins og ein enn ókend upphædd fyri sjónvarpsrættindi.
Skuldu allar hesar milliónirnar fingið FCK-leiðsluna at hugsa um at styrkja hópin, so skal tað handlast skjótt. Síðst í august steingir transfervindeygað Danmark..
/ritzau/