Fekk dreymastarvið

Sum 15 ára gomul skrivaði Alexandra á Dul uppgávu um Klaksvíkar Sjúkrahús, tá ið hon gekk á FHS, og eina summarferiu sum heilt ung starvaðist hon í móttøkuni og bókhaldinum á Sjúkrahúsinum. Tá segði hon, at tá ið starvið sum stjóri verður leyst at søkja, so fór hon at søkja. Í dag er hon stjóri á sjúkrahúsinum

– Tað var ein dreymur, at fáa hetta starvið. Umframt at eg hevði arbeitt her ta einu summarfrítíðina, kendi eg eisini nakað til sjúkrahúsøkið, tí at pápi mín var í nevndini í Krabbameinsfelagnum í 37 ár og limur í sjúklingaráðnum í umleið 20 ár. Hetta gjørdist ein stórur partur av familjuni, sigur Alexandra á Dul, sum 1. august í fjør setti seg í stjórastólin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Frá stórbýarlívi aftur til heimstaðin

Nógv er hent síðani hesar ungdómsdreymarnar hjá Alexandru. Hon flutti úr Klaksvík sum ung, og hon hevur búð í Los Angeles og í Michigan í USA, og Keypmannahavn í Danmark, har hon hevur nomið sær útbúgving og arbeiðsroyndir. Seinasta árið, áðrenn hon byrjaði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, arbeiddi hon í Havn.

Men hóast stórbýarlív og nógv annað spennandi úti í heimi, so var longsulin at koma heimaftur til Klaksvíkar sterkur. Og tá ið dreymastarvið varð leyst at søkja, so ivaðist hon ikki og søkti. Nú hevur hon longu sitið fimm mánaðir í starvinum. 

– Sum ung var eg meira spent at koma út í heim og royna nakað nýtt. Men nú eg havi fingið børn, er tað ikki tað sama, sigur Alexandra á Dul.

Væl móttikin á sjúkrahúsinum

Nýggi sjúkrahússtjórin trívist aftur í Klaksvík eftir 16 ár í útlegd.

– Eg kenni nógv fólk í Klaksvík, og fólk hava tikið sera væl ímóti mær her á sjúkrahúsinum, sigur Alexandra á Dul.

Nýggi stjórin er spent at vísa útsendingunum hjá Sosialinum runt á sjúkrahúsinum og greiða frá øllum tí ymiska virkseminum á sjúkrahúsinum.

Styrkja tað tvørfakliga

– Tvørfakliga samstarvið hevur nógv at siga fyri leiðsluna, starvsfólk og sjúklingar og tí verður arbeitt við at menna hendan partin. Fyri at fáa ting at rigga, má hjálpast at, og eg haldi, at starvsfólkini eru dugnalig og samstarva væl, sigur Alexandra á Dul. 

Undanfarni stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, sat í 35 ár í stólinum.

– Eg hugsaði leingi, um eg fór at megna at lyfta tann arvin, sum Heri Ellingsgaard hevur lagt eftir seg. Tí hann hevur gjørt eitt gott arbeiði. Nú eg eri komin, havi eg valt at gera nøkur ting á ein annan hátt, men eg haldi, at starvsfólkini hava tikið sera væl ímóti teimum broytingunum, ið eru. Og tað er spennandi at lyfta hesa uppgávuna, sigur hon.

– Eg ynski at brúka mínar styrkir, so vit fáa eitt gott sjúkrahús á høgum fakligum støði og at fáa hetta gagnnýtt tvørfakligt. Tey í yngra ættarliðinum eru meira von við at arbeiða tvørfakligt, men eg haldi, at starvsfólkið sum heild eru búgvin at arbeiða tvørfakligt, sigur hon.

Nýggi sjúkrahússtjórin hevur útbúgving og royndir innan HR og tað skipanarliga, og hon heldur, at tað er ein natúrligur liður at seta sjóneykuna á hesi øki í gerandisdegnum.

##med2##

Bráðfeingismóttøka

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eina bráðfeingismóttøku og skaðastovu, sum er opið alt døgnið. Har verður støðan hjá sjúklinginum/sjúklingunum kannað, og tey fáa neyðugu hjálpina og viðgerðina. Um neyðugt verður sjúklingurin sendur á Landssjúkrahúsið.

– Um talan til dømis er um eina ferðsluvanlukku, eitt sokallað “højenergitraume”, so mugu vit senda sjúklingar víðari á Landssjúkrahúsið til skanning og annað, sigur Alexandra á Dul.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eisini eina seingjardeild, har sjúklingar úr øllum landinum liggja, tó eru flestu sjúklingar úr Norðoyggjum og Eysturoy.


Ortopediskar viðgerðir og skurðviðgerðir

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur síðani mitt í 80’unum verið kent fyri ortopedkirurgiskar viðgerðir. Talan er millum annað um at skifta knø og mjadnar, men eisini verða gjørdar aðrar almennar skurðviðgerðir, sum brokkar, æðraknútar, gallskurðviðgerðir og urologiskar viðgerðir, har talan er um sjúkur í nýrum og landrás.

– Hvørt ár hava vit fleiri og fleiri tilrættalagdar viðgerðir. Tað eru føstu læknarnir og serlæknar, sum vanliga koma her í eina viku í senn, ið taka sær av hesum viðgerðunum. Nakrir av teimum koma her fjórðu hvørja viku, meðan hjá øðrum er tað longri ímillum, sigur Alexandra á Dul.

Skema er longu lagt fyri alt 2020, nær teir ymisku læknarnir/serlæknarnir eru á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tí vita kommunulæknarnir, nær teir kunnu ávísa sjúklingar á Klaksvíkar Sjúkrahús í mun til tær viðgerðirnar, sum sjúklingar hava tørv á.

Vaksandi tal av viðgerðum

– Í fyrrárið vórðu tilsamans 479 skurðviðgerðir gjørdar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, ímeðan talið í fjør var 579, also 100 fleiri skurðviðgerðir uppá eitt ár. Vit gerast betri at leggja til rættis, og tí eru eisini fleiri, ið fáa viðgerðir, sigur Alexandra á Dul.

Hon heldur, at tað er ein góð skipan, at fáa serlæknar at koma í eina viku í senn og arbeiða.

– Vit hava gott samstarv við læknarnar, og tað vísir seg, at teir somu koma aftur. Vit halda, at hetta er ein góð loysn, og okkara útrokningar vísa eisini, at í flestu førum loysir tað seg væl fíggjarliga, sigur sjúkrahússtjórin.

Talið á ambulantum vitjandi er vaksandi, tilsamans vóru í 2018 19.327 ambulantar kontaktir og eru hesar vaksnar til 22.421 í 2019. Umframt hesar eru vitjandi á rannsóknarstovuni og í røntgen. Í 2018 vóru tilsamans 208.223 analysur tiknar á rannsóknarstovuni, og 6.500 røntgenkanningar vóru gjørdar. Innleggingar liggja nokkso javnt, um 1.500 innleggingar árliga við einum belegningsprosenti uppá umleið 90%.

Tilsamans vóru 7.717 innleggingardagar.

Tað eru 123,9 ársverk skrásett á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Fara nú at seta medisinara

Ein av stóru uppgávunum hjá sjúkrahússtjóranum, er at umsita játtanina, sum sjúkrahúsið fær. Politikararnir hava hesaferð verið enn gávumildari í mun til undanfarin ár, og Klaksvíkar Sjúkrahús fær knapt 7 milliónir krónur hægri játtan í 2020 í mun til í fjør. Og tað skapar nýggjar møguleikar. Løgtingið hevur játtað knappar 3 milliónir til grundraksturin. Fíggjarnevndin hevur játtað 3,5 milliónir krónur til at hava bæði medisinara og narkosolækna tøkan, og knapt hálv millión er játtað til viðgerð av svøvnapnø.

– Vit hava leingi havt tørv á at fáa medisinara aftur í fast starv. Lógin sigur, at øll trý sjúkrahúsini skulu hava eina medisinska eind, men vit hava ikki havt nakran tílíka síðani 2015. Vit eru sera glað um, at játtanin nú er hækkað, so at til ber at søkja eftir medisinara. Tað kemur sjúklinginum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum til góðar, sigur hon.

Hon vísir á, at forvaktin er rættiliga sperd, tí tann læknin tekur bæði móti sjúklingum, tekur móti 1870, gongur stovugongd á seingjardeildini, tekur sær av ambulatoriuvirksemi, tekur sær av tí fyrisitingarliga, tað, ið er bráðfeingis, blóðroyndum og øðrum.

– Sjálvt um vit hava dugnaligar læknar, so eru tað ov nógvar uppgávur. Stórur tørvur hevur eisini verið á at hava medisinskan læknan í føstum starvi, sigur Alexandra á Dul.  
Pengar eru eisini settir av til narkosolækna. Sum nú er, eru fleiri konsolentar inni, sum nøkta tørvin í tíðarskeiðum fyri 2020. Hvussu tað verður í 2021, veit hon ikki enn.

Meiri samstarv millum sjúkrahúsini

Í 2018 vórðu politiskar umskipingar gjørdar innan sjúkrahúsøkið. Tey trý sjúkrahúsini vórðu skipað við einari leiðslu við trimum stjórum, har stjórin á Landssjúkrahúsinum eisini er forstjóri. Av tí at undanfarnu stjórar fóru frá, vórðu tríggir nýggir stjórar settir.

– Ein týðandi boðskapur í broytingartíðum er, at vit skulu hjúkla um alt tað góða. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur nógvar góðar siðvenjur og hevur eina mentan, ið fremur trivna og samstarv. Nú tey trý sjúkrahúsini skulu samstarva meira, er tað umráðandi at hjúkla um tað góða, sum sjúkrahúsini eiga hvør sær. Tað vil siga, at broyting bara skal fremjast, har tað gevur meining – og tað er fyri tað mesta á tí kliniska økinum. Hetta merkir, at vit áhaldandi skulu arbeiða við at gerast betri til at gagnnýta kapasitetin og tilfeingið á øllum trimum sjúkrahúsunum, sigur Alexandra á Dul.

– Her eru sett nøkur politisk ynskir og mál, og her má og skal uppgávan hjá leiðslunum á øllum trimum sjúkrahúsunum verða, at tryggja eina góða gongd, soleiðis at starvsfólkini ikki missa fótafesti, tí tað eru tey, ið bera sjúkrahúsverkið, sigur hon.

Felags visitatión

Eitt av tí, sum nógv hevur verið tosað um í sambandi við nýggju menningarætlanina á teimum trimum sjúkrahúsunum, er felags visitatión, har sjúkrahúsini fara at samstarva um bíðilistar, viðgerðir og annað.

– Vit arbeiða við hesum, men vit eru ikki enn komin á mál, og tí kann eg ikki siga so nógv um tað enn. Undanfarna leiðslan arbeiddi við felags visitatión í urologi. Nú við ársskifti eru vit eisini komin á mál við felags visitatión í urologi og fegnast um úrslitið og samstarvið millum sjúkrahúsini.

– Tað virkar væl í dag við felags visitatión innan hetta økið, men tey trý sjúkrahúsini skulu gerast betri til at gagnnýta hvørt annan eisini innan onnur øki. Vit skulu brúka tað, sum eru styrkirnar hjá hvørjum einstakum sjúkrahúsi. Sjúklingurin skal fáa at vita, um møguleiki er hjá honum at koma skjótari framat, um hann fer á eitt annað sjúkrahús og fær viðgerðina har, sigur Alexandra á Dul.

Felags visitatiónin verður ein av uppgávunum hjá nýggja læknafakliga varastjóranum á sjúkrahúsunum, sum skal setast í næstum.

 

Royndir innan heilivágsfyritøku

Alexandra á Dul er 38 ára gomul, útbúgvin bachelor í heimspeki og búskapi og cand. merc. í human resource management og búskapi frá Copenhagen Business School. Hon hevur hollar royndir innan strategiska menning á HR-økinum.

Í tíðarskeiðnum 2012-2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í heilivágsfyritøkuni Biofac í Danmark, sum framleiddi aktiv evni, ið fyrst og fremst vórðu nýtt til farmaceutiska nýtslu. HR-partnara starvið var eitt nýstovnað starv.

– Fyrsta uppgáva mín var at allýsa, seta upp og gera greiðar arbeiðsgongdir millum HR og tær ymsu deildirnar. Síðani bygdi eg brúgv millum HR og tey fimm virkini, ávikavist í Norðurjútlandi og á Sæland, ið vóru í samtakinum, umframt eina søluskrivstovu í Japan, sigur Alexandra á Dul.

– Eg hevði samband við stórt øki yvir alt samtakið, og gjøgnum mínar arbeiðsuppgávur og arbeiðsøki, fekk eg arbeitt upp eina skipaða tilgongd til "Samtakið HR", og megnaði tískil skjótt at menna nýggjar tilgongdir til arbeiðsgongdir, ið vóru til gagns bæði fyri stýrið, leiðararnar og hini, ið vóru í starvi. Hesar royndirnar taki eg við mær í starvið, eg nú eri sett at røkja, sigur hon.

Seinasta árið hevur Alexandra starvast sum ráðgevi í leiðslu og organisatión í Tórshavnar kommunu.

Kunnandi og nærverandi leiðslustílur

Nakað av tí, sum Alexandra á Dul leggur dent á, er at kunna bæði inneftir og úteftir.

– Eg havi áður arbeitt nógv við vitanardeiling. Hetta er ein tilgongd, ið gevur virði og fremur samstarvið millum fakbólkar. Mín leiðslustílur er kunnandi og at vera nærverandi, sigur hon.

– Góð kunning skapar tryggleika og frið í starvsfólkahópinum. Tað er umráðandi at fólk vita, hvussu tað stendur til á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, bæði fíggjarliga og viðvíkjandi øðrum viðurskiftum, sum hevur ávirkan á gerandisdagin hjá teimum. Hetta havi eg eisini valt at leggja meg eftir nú!

Hon vísir eisini á týdningin, at tann politiska skipan og almenningurin fær innlit í virksemi hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

– Tað er týðandi at kunna um, hvussu vit brúka peningin. Tað er jú borgarin í Føroyum, ið eigur og fíggjar sjúkrahúsverkið, sigur hon.

Hon hevur havt ymsar framløgur, og hon gleðist eisini um, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, setir seg inn í viðurskiftini.

– Landstýrissmaðurin hevur gott innlit í virksemið í sjúkrahúsverkinum. Hann er ein eldsál og brennir fyri hesum økinum, sigur hon.

– Mín størsta uppgáva má verða at tryggja karmin fyri virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og hava ein góðan grundrakstur – hetta fyri at kunna tryggja góða og rætta viðgerð og røkt fyri okkara sjúklingar, sigur hon.


Gera tingini 100 prosent

Nýggi stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er ikki bangin fyri, at nú Eysturoyartunnil kemur seinni í hesum árinum, at Klaksvíkar Sjúkrahús fer at missa nakað av virkseminum til Havnar.

– Sum eg síggi tað, er tørvur á øllum trimum sjúkrahúsunum. Tað er avmarkað, hvussu nógv tú kanst hava á hvørjum staði. Síðani Norðoyatunnilin kom, hevur Klaksvíkar Sjúkrahús økt virksemi á hvørjum ári. Tað, sum vit skulu duga betur, er at siga, hvat skal vera hvar. Tað, sum skal vera á Landssjúkrahúsinum, tað, sum skal vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi og tað, sum skal vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Neyðugt er at rætta fokus og gera tað 100 prosent, sum vit skulu gera. At vit gerast enn dugnaligari at gera tað, sum er okkara partur. Hjá okkum er tað serliga tær viðgerðirnar, ið verða lagdar til rættis frammanundan, sigur Alexandra á Dul.

Føðideildina, sum varð niðurløgd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri fleiri árum síðani, ætlar nýggi stjórin ikki at fáa aftur til Klaksvíkar.

– Nei, hatta er avgjørt politiskt, og tað er ikki eitt mál á skránni at broyta tað aftur. Men eg kann vísa á, at ljósmøður hava viðtalu einaferð um vikuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Gott samstarv í leiðsluni

– Áðrenn eg kom aftur til Føroyar, hugsaði eg um, um eg fór at fáa nóg stórar avbjóðingarnar í arbeiðinum. Men tað bilar ikki. Umframt at vera stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eri eg eisini stjóri í sjúkrahúsverkinum. Tað gevur nakrar spennandi strategiskar avbjóðingar.

Umframt at hava arbeiðsstað í Klaksvík, er Alexandra á Dul minst einaferð um vikuna í Havn.

– Vit eru tríggir stjórar, sum eru sera ymiskir, og tað ræður um at gagnnýta styrkirnar hjá hvørjum øðrum. Eg havi fingið nøkur ábyrgdarøki í sjúkrahúsverkinum, ið eg serliga arbeiði við, sigur Alexandra á Dul.

Hon vísir á, at tey hava hvør sín myndugleika og ábyrgd sum sjúkrahússtjórar í hvør sínum sjúkrahúsi, men at tey yvirskipað arbeiða tætt saman. Tað eru tey felagsøkini, ið tey arbeiða saman um, alt frá tøkni, KT til tað kliniska økið.

 

Frítíðin fer til familju

Alexandra á Dul er gift við Ørvi Heinesen, og tey eiga trý børn, sum eru í aldrinum 2-11 ár.

– Tað mesta av frítíðini fer til familjuna. Men tað er eisini at vera við børnunum til fóltbólt, hondbólt, konsertir og annað, sigur hon.

– Vit hava búð niðri í nógv ár, og tá saknaðu vit at hava ommur og aðra familju tætt hjá okkum. Tað er gott at hava tey tættari at okkum nú, sigur Alexandra á Dul.
Undanfarni stjóri var 35 ár í stjórastarvinum. Hvussu leingi fer nýggi stjórin at vera í starvinum?

– Eg ætli mær at sita so leingi, sum eg nú kann, sigur hon.