Seinnapartin í gjár fekk Niels Gerner Andersen ein risa laks í Lakselv í Norðurnoregi. Laksurin var heilar 134 sentimetrar langur og vigaði 24,5 kilo.
Tað er www.lakselv.no, sum ber hesi tíðindi. Higartil sigur søgan tíverri einki um, hvønn reiðskap Niels Gerner Andersen brúkti, tá hann fekk henda risa laksin.
Danska heimasíðan - www.fiskeavisen.dk - ber eisini hesi tíðindi, og dentur verður lagdur á, at vektin á laksinum er røtt, tí hann er vigaður á fleiri ymiskum vektum.