Fekk høvuðsvinning í konfirmatiónsgávu

13 ára gomul sandavágsgenta vann høvuðsvinningin í V 4, sum var 10.000,- krónur, í somu viku, hon var konfirmerað

13. ára gamal Jórun Myllhamar í Sandavági vann høvuðsvinningin í páskadráttinum hjá V4 beint eftir, at hon var konfirmerað.
Jórun Myllhamra vaað konfirmerað sunnudagin undan dráttinum, so hon heldur, at hetta mundi vera tann størsta konfirmatiónsgávan, hon fekk.
Hon var við pápa sínum eini ørindi í Miðvági, tá hann bað hana fara inn í Mylluna at keypa sær ein V4 seðil.
?Eg gjørdi av, meðan eg stóð har, at keypa tveir seðlar. Annan skuldi eg hava sjálv, greiðir Jórun frá. Men eg gjørdi ikki av, hvør skuldi hava hvønn.
Komin út aftur í bilin, bað hon pápan taka sær annan seðilin. Hin skuldi hon hava sjálv.
?Hann tók, og eg vann, flennir tann sera fegni, ungi vinnarin úr Sandavági.
Hon sigur, at hon hevur ikki gjørt av, hvat hon fer at gera við allar pengarnar, hon vann. Men fartelefonin hjá henni er í ólagi, og hon heldur, at hon fer at keypa sær eina nýggja. Eisini ætlar hon sær at fara ein túr til Danmarkar at vitja systir sína, sum býr har. So hesin vinningurin er eitt gott ískoyti til tað, sigur tann fegna13 ára gamla Jórum Myllhamar.