Felags matarkvøld fyri øll í Vági

Hóskvøldið hin 29. februar bjóðar Vágs kommuna øllum borgarum í Vági aftur til felags matarkvøld, har høvi eisini er at gera matpakkar til børnini.

 

Í november í fjør skipaði Vágs kommuna fyri matarkvøldi fyri sínum borgarum. Kvøldið eydnaðist sera væl, og eini 120 fólk fingu sær eina góða máltíð.

 

Nú fara tey í Vági at taka stig til enn eitt slíkt kvøld, sum verður týskvøldið hin 29. februar, har byrjað verður klokkan 17 og hildið verður fram til klokkan 20. 

 

Matarkvøldið verður í hølunum hjá Frelsurnarherinum. 

 

Takin við kvøldinum er at geva borgarum í Vági møguleika at seta seg til borðs - sum einstaklingur ella sum familja og njóta eina góða máltíð saman.

 

- Gerandisdagurin hjá nógvum familjum – kanska serliga smábarnafamiljum – er hektiskur. Nógv skal avrikast, og samdøgrið er ikki longri enn 24 tímar.

 

Í Vági vísa tey á, at fyri at lætta eitt sindur um dagin, bjóðar kommunan øllum borgarum til matarkvøld. 

 

- Á matarkvøldinum ber eisini til at gera matpakkar til børnini, sum tey kunnu hava við sær í barnagarð og skúla dagin eftir.

 

Lagt verður aftrat, at allir borgarar í Vágs kommunu eru vælkominir, og á heimasíðuni hjá kommununi er ein leinkja, har til ber at tekna seg til matarkvøldið.

 

- Tilmeldingin er ikki bindandi, men verður bert brúkt sum ábending um, hvussu nógvur matur skal gerast.

 

Í Vágs kommunu leggja tey aftrat, at um fólk hava hug at hjálpa til í samband við kvøldið, eru tey vælkomin at siga frá.