Felagskirkjuliga gudstænasta

Aftur í ár skipa kirkjur og samkomur í Suðurstreymoy fyri felagskirkjuligar gudstænastu.

Í ár verður gudstænastan í katólsku kirkjuni – Mariukirkjuni týsdagin 7. apríl kl. 19.30. Hetta er 20. árið, skipað verður fyri hesu gudstænastuni. 

Á skránni verður tala, sangframførsla, felagssangur og upplestur. Á hvørjum ári hevur verið ein innsanvning til eitt góðgerandi endamál. Í ár verður savnað inn til verkætlanina  LivLívið  hjá Bláakrossi.

Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa í kirkjuni. 

Øll eru vælkomin!