Felagsskapur og gleðirómur á landsdansistevnu í Vágum

Triðja hvørt ár er heilt serliga gott lag á kvæðafólki. Skógvarnir verða bustaðir, silvurið verður pussað, og føroysku klæðini verða gjørd til reiðar.

Tíðindaskriv

 

Hetta er sjálvandi tí at landsdansistevna er, og leygarkvøldið 11. mai var enn ein væleydnað landsdansistevna, har kvæðafólk og mentanaráhugað úr øllum landinum hittust til ein ógloymandi dansidag og -nátt við kvæðunum í brennideplinum.

 

Hesaferð skipaði Vága dansifelag fyri stevnuni, sum varð hildin í Høllini á Giljanesi. Sum altíð, var góður hýrur á dansifólkinum, ið hittu vinum og kenningum, og lívgaðust av orkuni, sum vit fáa frá føroyska dansinum. Sum Lív Vilhelmsen úr Vága dansifelag segði í setanarrøðu síni: ”At dansa er at gleðast, soleiðis hevur tað verið, so langt aftur, vit vita um”. Og júst soleiðis gekk til; við gleði og ágrýtni tráddu kvøðararnir dansin, og sambandið og felagsskapurin teirra millum var eyðsýndur, meðan kvæðini dynjaðu í høllini.

 

##med2##

Stevnan varð hildin í tveimum pørtum. Byrjað var longu kl 15.00 við framsýningum av kvæðum og dansispølum. Hvørt dansifelagið skipaði fyri eini framsýning, so hetta var ein frálíkur møguleiki at uppliva siðbundna føroyska dansin í allari sínari dýrd og margfeldi. Eisini høvdu vertirnir, Vága dansifelag, skipað soleiðis fyri, at felagsdansur var millum dansiframsýningarnar, so øll fingu høvið at hittast í dansiringinum áðrenn borðhaldið. Tað var gleðisfult at síggja kend andlit fara framvið í gleðisstreyminum, meðan vit kvóðu vísuna um hin føroyska dansin: “Soleiðis skal dansur og vertskapur vera, vit skulu hvørjum øðrum stuttleika gera. Vit skulu altíð vera í góðum lag; klammarí og slagsmál má ikki finna stað.”  

 

##med3##

Seinni parturin av stevnuni var eitt borðhald, har gestirnir kundu njóta góðan mat, sang og samveru, og tað setti rammuna um felagsdansin, ið vardi tað, ið eftir var av náttini. Tað vórðu kvøðin forkunnug kvæði umframt okkurt meira vanligt.

 

Landsdansistevnan er ein heiðran av livandi mentanararvinum. Einum mentanararvi, ið hevur knýtt ættarlið av føroyingum saman í øldir. Sum gevur okkum ein felags samleika og høvi at siga ”hetta eru vit”. Einum mentanararvi, sum saman við øðrum ger, at vit ikki kenna okkum rótleys.

 

##med4##

Í setanarrøðuni varð sagt: ”Sum vit øll vita, er ”okkara” dansur rættiliga unikur. Tað er helst eingin tjóð í heiminum, sum á sama hátt sum føroyingar munn av munni hevur varðveitt søguna so at siga.” Hetta er nakað vit eiga at vera errin av og framhaldandi at varðveita.

 

##med5##

Ein stór tøkk til Vága dansifelag, sum skipaði fyri eini ógloymandi landsdansistevnu, og takk til luttakararnar fyri stuttleika, gott huglag og góðan dans.