Ferðabræv úr Íslandi

Kjartan Kristiansen


Afturkomin av aðru ferð til Íslands eftir tveimum mánaðum ert tú líka býttur sum øll hini, sum spyrja, hvat er tað, sum Íslendingar duga betur enn onnur. Alt gongur við rúkandi ferð. Trúgvin um framtíðina og um at eiga lut í henni sæst alla staðir, og tú gloppar ikki eina avís uttan at lesa, at nú hava íslendingar aftur keypt eina fyritøku í útlondum.
Men nú frættist so, at útlendskur peningur hevur ilt við at leita til Íslands. Íslendingar fýlast á, at teirra heimliga vinnulív ikki hevur fingið tann heilsugevandi íblástur av altjóða-gerð, kunnleika og váðafúsum kapitali, sum stendst av útlendskum íløgum, og sum tykist so avgerandi neyðug í mentu búskapunum í øllum londum. Útlendingar keypa ikki íslendsk partabrøv á keypsskálanum í Íslandi, og fleiri íslendsk partafeløg verða skrásett á keyps-skálum uttanlands. Men hesi feløg hava meginvirksemið uttanlands og ikki í Íslandi, har nýggju og nýskapandi fyritøkurnar hava ilt við at fáa kapital og fígging.
Róð verður tí fram undir, at neyðugt er at loyva útlendskum kapitali inn í fiskivinnuna og í orkuveitingarkervið, men harumframt verður bent á, at neyðugt er at einfaldgera og lætta um regluverk, skattir og avgjøld.
Einskiljing og útlendskar íløgur
Heldur ikki vit kunnu reypa av stórum íløgum úr útlondum. Íslendingar og norðmenn hava gjørt tær flestu, og tað tykist sum íslendskar fyritøkur, sum ætla sær út í heim, gera fyrstu royndirnar í Føroyum.
Stóru møguleikarnir hava kanska ikki verið, uttan í alivinnuni og teimum fáu føroysku privatu fyritøkunum, sum eru: Skipafelagið Føroyar, Tórshavnar Skipasmiðja og SMS, men royndir hava verið eftir øðrum, eitt nú Havsbrún, sum føroyskir íleggjarar hava sæð størra ágóðan í at eiga sjálvir.
Útlendskur kapitalur leitaði ikki til Íslands at keypa upp, tá stóru einskiljingarnar fóru fram har. Sluppu kanska heldur ikki uppí part, og tað vóru tí íslendingar, sum keyptu og sum nú eiga vinnulívið í Íslandi. Men so hvørt, sum partar av tí gerast altjóða kappingarførir og skrásettir á stóru keypsskálunum, verða útlendingar áhugaðir í teimum.
Atlantsflog
Eftir íslendsku royndunum bendir sostatt lítið á, at útlendsk-ur kapitalur fer at standa í fremstu røð at keypa føroysku fyritøkurnar, tá - og um tær fara at verða einskildar. Heldur ikki íslendskur kapitalur; hann hevur longu gjørt sær sínar royndir her og hevur fingið hægri flog.
Hví skuldi hann t.d. keypt Atlantsflog, tá hann longu situr við Sterling Airways, Maersk Air og triðinginum av svenska Flyme? Hann keypti ikki flogførini frá Maersk, og hann mann ikki hava áhuga í flogførunum hjá Atlantsflogi. Søluvirðið av Atlantsflogi liggur í ferðafólkaflutningi til og úr Føroyum og í teimum eykaflutningsmøgu-leikum, sum tað hevur megnað at fingið.
Higartil er felagið sloppið undan óhappum, og fram til í ar hevur tað havt ein óvanliga góðan regularitet. Men felagið er ongin fongur hjá altjóða íleggjara ella flogfelagi, sum kappast í lágprísi ella um stórleika. Felagið er ser-tænastufelag burturav.
Tað verða tí føroyingar, sum fara at bjóða besta prísin fyri felagið; teir kenna marknaðin, og teir kenna føroyska samfelagið og politisku skipanina.
Møgulig leið
Vit kunnu hinvegin spyrja, hvat hevði gjørt Atlantsflog áhugavert hjá útlendskum og har við eisini føroyskum íleggjarum, sum vilja gera felagið altjóða kappingar-ført á einari enn óroyndari rók (niche) og tí til eina góða íløgu.
Fyrsta treytin, fyri at hetta kann henda, er, at føroyska regluverkið verður á fremsta altjóða støði, og at ongar ser-treytir eru fyri at reka flogferðslu úr Føroyum.
Onnur treytin er, at øll gjøld verða avtikin, og flogvøllurin verður opin alt samdøgrið. Tænastutilboðini á flogvøllinum mugu útbyggjast og virka á hægsta góðskustigi, ikki minst til smáflogfør, serliga charterflúgving og tyrlu-flúgving.
Slíkar veitingar høvdu styrkt og tryggjað Atlantsflog sum føroyskt flogfelag burtur av, uttan mun til, um føroyingar ella útlendingar áttu tað. Samstundis hevði tað fingið onnur flogfeløg at "búsetst" í Føroyum. Slíkar veitingar høvdu gjørt kappingina um at keypa Atlantsflog veruliga og prísin hægri.
Spurningurin er tó ikki, hvør prísur fæst fyri Atlantsflog. Í verandi støðu fæst ikki nógv fyri felagið.
Tað felagnum fyrst og fremst tørvar, er meira kapital og styrktan vinnuligan leiðslu-bygnað. Tá er tað ført fyri at kappast á øðrum inntøku-gevandi marknaðum, at tola andróður og at royna nýggjar leiðir.
Tí ræður um nú at bjóða privatum íleggjarum at seta pening í felagið og styrkja tað vinnu-liga og leiðsluliga, so partapeningurin hjá landinum kann seljast fyri ein góðan prís.
Verður hetta ikki gjørt, ella verður felagið verandi á almennum hondum, hava vit sjálvi forkomið felagnum og tryggari flogferðslu til og úr Føroyum.
Føroya Tele
Nú Vodafone Iceland hevur sett seg á ræðis-rættin á Kalli, munu eitt nú íslending-ar ikki eisini fara at keypa Føroya Tele, tá tað einaferð kemur so langt, at partabrøvini her fara at verða seld? Kann tað hugsast, at fult einskildi Síminn fer at vilja keypa Føroya Tele? Trúliga fer hvørki av feløgunum at vísa Føroya Tele stórvegis ans. Tað hanga so nógvir lepar við Føroya Tele, sum darva altjóða virkseminum hjá Vodafone, at hetta felag fer ikki at royna at eiga føroyska telemarknaðin burturav, og Síminn fer heldur ikki at brúka orku at kappast í Føroyum við Vodafone Iceland. Kappingin teirra millum er nóg hørð í Íslandi. Áðrenn Føroya Tele er komið til sølu, eru íslendsku feløgini farin á størri og meira lovandi marknaðir.
Einasti útlendski keyparin, ið kann hugsast skuldi verið TDC (Tele Danmark) - um bert av veneratión. Men eigararnir av hesum felag fara ikki at loypa á leistum at taka ábyrgdina av føroyska televerkinum.
So eisini her verða tað føroyskir íleggjarar, sum fara at keypa. Her forðar onki at selja. Tí eigur hetta felag at verða tað fyrsta at bjóða út til sølu.
Føroya Banki
Heldur ikki við einskiljing av Føroya Banka fara vit at fáa tað stóra rendið av útlendskum íleggjarum hendan vegin. Teir, sum longu eru komnir, fara trúliga at verða áhugaðir saman við føroysku samstarvpørtum sínum, og Tryggingarfelagið Føroyar fer helst eisini at vilja hava sín part.
Meðan vanligi føroyingurin neyvan fer at keypa partabrøv í Atlantsflogi og Føroya Tele, kundu fleiri vanligir føroyingar hugsast at vilja keypt partabrøv í Føroya Banka, men trúliga fer einskiljingin av bankanum at verða seinkað av ótta fyri, hvørjir stórir heimligir íleggjarar fara at bjóða seg fram.
Tað er jú so nógv, sum bendir á, at tilgongdin í einskiljing higartil hevur verið nógv seinkað av, at ymiskir politiskir bólkar hava óttast, at hesir ella hasir skuldu fáa ræði aftur, ella hava viljað, at tað skuldi gerast lættari hjá hesum ella hasum at fáa hendur á vinnutólum.
Tann illtanki kann tí spøkja, at ræðumyndir-nar um, at útlendingar skulu seta seg á alt okkara samskifti við umheimin og bumba okkum aftur í fortíðina, mest eru lótir at dylja, at vit ikki unna øðrum føroyingum at royna sín kapital og sína orku at gera almennar stovnar til lønandi, altjóða kappingarførar fyritøkur.
Møgulig gongd
Tað var tí kanska vert at tikið hugsanina hjá løgmanni um at geva hvørjum føroyingi eitt partabræv í Føroya Banka til gávus, svarandi til kanska 20 % av partapeninginum og um somu tíð bjóða teimum at keypt eitt hálvt partabræv afturat fyri mett innara virði. Tað, sum ikki varð keypt av "nýggju" parta-eigar-unum kundi verið boðið øðrum áhugaðum at keypt.
Hetta kundi verið fyrsta stig av einskiljingini av bankanum, og tann ella tey, sum tá høvdu áhuga í bankanum, kundu keypt partabrøv frá teimum, sum heldur vildu hava pening enn átt partabrøv í bankanum.
Hetta hevði í roynd og veru verið ein sannur "skattalætti", sum hvørt mansbarn í Føroyum hevði fingið ágóðan av, og tað kundi sett ferð á tann áhuga millum vanliga borgaran fyri vinnuvirksemi og at seta pening í váðafúsar vinnuverkætlanir, sum eyðkennir framkomin lond. Møguligur útlendskur ella íslendskur áhugi hevði kanska komið betur til sjóndar við slíkari tilgongd.
Ein fólkaræðisligur spurningur
Einskiljingartilgongdin hevur higartil verið nógv tarnað og seinkað av kjaki um rættan framferðarhátt, og um at fáa so nógv í lands- ella aðrar kassar sum til ber; um gjøgnum-skygni og um leiðreglur.
Politiska skipanin hevur brúkt nógva orku til fánýtis at royna at stýra teimum vinnurekandi grunnunum, sum hava verið úrslit av royndum at bjarga vinnuligum virksemi í Føroyum eftir stígir og kreppur.
Úrslitið hevur kortini verið, at enn er bert tann eina einskiljingin farin fram. Og skjótara til-gongdin í einskiljingini, sum løgmansrøðan bar boð um, tykist bert at hava eggjað okkara fólkavaldu at koma fram við hvør sínari fortreyt fyri, at teir kunnu ganga við til einskiljing av hesari ella hasari fyritøkuni.
Vit kunnu tí óttast, at politiskt sundurlyndi og serstøður fara at seinka einskiljingini fleiri ár frameftir, og vit fáa ikki nóg skjótt tann greiða skilnað millum alment og privat, sum er avgerandi neyðugur fyri visión 2015
Skal visiónin røkkast, mugu allir partar vera við og leggja sína orku í. Tað gerst ikki, um løgtingið verður liggjandi á vinnutólunum. Hvør einstakur føroyingur eigur at kunna sleppa at gerast parteigari í føroyskum vinnuligum virksemi og gera sína ávirkan galdandi. Ikki øll fara at vinna pening, men tey flestu fara, og tey fara at skapa munandi økt virksemi og búskaparliga framgongd í landinum.
Hesar eru royndirnar í øðrum londum, eitt nú í Íslandi. Tí er tað landið í dag millum tey mest framkomnu á so nógvum økjum, meðan vit liggja 15 % ella meira aftanfyri øll okkara norðurlendsku grannalond.