Ferðafólkini fingu hvøkk av síðuvindi

Nógvi vindurin hevur eisini ávirkað flogferðsluna - og tá flogfarið hjá Maersk Air skuldi seta seg í Vágunum í gjár órógvaði ein hvirla so mikið, at flogfarið vendi aftur til Danmarkar

Jonhard Hammer


Ferðafólkini umborð á Maerskflogfarinum fingu ein rættuligan hvøkk, tá flogfarið skuldi seta seg á flogvøllinum í Vágunum mánadagin.

? Í tí flofarið skuldi seta seg, gjørdist síðuvindurin so ógvusligur, at hann rykti í flogfarið, sum fór at skinkla, greiðir eitt av ferðafólkunum frá.

Flogskiparin gjørdi skjótt av, og fleyg uppaftur við fullari ferð og helt síðani leiðina til Danmarkar.

Hóast hetta fyri ferðafólkini kann tykjast rættuliga vandamikið, so sigur Eivind Lund Petersen hjá Maersk, at als eingin vandi var á ferð.

? Vit halda okkum altíð til ásettu trygdarreglurnar, og vit hava als ongar orsøkir til at bróta tær. Fólk, ið eru von at flúgva til Føroyar, vita, at tað kann verða heldur buldrasligt í ringum veðri. Tað sama er, um vit sigla við skipi til Føroya - tá kann tað rulla hóast eingin vandi er á ferð. Hetta kunnu vit ikki gera nakað við, men vit royna at røkja sambandið so væl sum tilber, sigur Eivind Lund Petersen hjá Maersk í Danmark.

Hann leggur afturat, at í gjár lendu bæði flogførini uttan trupulleikar.