? Verkfallið ávirkar í stóran mun ferðavinnuna. Myndin, sum vit geva av okkara landið , hevur nógv at siga. Serliga í framtíðini tá ferðafólkini fara heimaftur, og tosa um okkara land. Um myndin er vánalig, so tíma fólk ikki at viðmæla øðrum at koma, og tey tíma ikki at koma aftur sjálvi.
Orðini eigur Sissal Kristiansen á Ferðaráð Føroya. Verkfallið rakar eisini ferðavinnuna, bæði nú og eisini í framtíðini. Norðurlandahúsið er stongt, ongin olja er at koyra ferðafólk runt við, og hotellini koyra við lágum blussi.
? Tað er ikki hugaligt hjá fólkum at koma til eitt land, sum liggur lamið. Hotellini fáa onki gjørt við tað, men tað er ikki so lætt hjá ferðafólkunum at skilja. Um tey koma til eitt skitið hotell við ongum wc-pappíri, so er tað júst hetta, sum tey fara at bera víðari um okkara land, og eg trúgvi, at hetta kann koma at kosta okkum í framtíðini, sigur Sissal, sum vísir á, at tað er verri at bøta uppá eitt rykti enn tað er at betra eitt.
Spillorka
Nógv hevur verið tosað um verkfallið møguliga kemur at raka fótbóltdystin millum Føroyar og Týskland. Men tað er ikki bara dysturin millum Føroyar og Týskland sum stendur í vanda. Í løtuni er Sissal mest bangin um dystin millum Ísland og Føroyar, tí eisini har liggur eitt megnar arbeiði aftanfyri.
? Vit skulu yvir til Reykjavíkar áðrenn dystin har vit skulu hava eina framførslu í Listaskálanum í Reykjavík. Føroyskan tónleik, klæðir, list og annað skal vísast fram, men eg eri bangin fyri, at er verkfallið ikki liðugt, so fáa vit hetta ikki yvir, tí hetta verður roknað sum farmur, greiðir Sissal frá.
? Eg velji at trúgva, at verkfallið verður liðugt áðrenn heimadystin móti Týsklandi.
Ferðavinnan í Føroyum hevur í meira enn eitt ár fyrireika seg at taka ímóti týskarum, og longu nú er ein týskur tíðindamaður á veg til Føroya. Eisini sjálvt um tað er verkfall.
? Henda tíðin á árinum hevur eisini stóran týdning fyri hotellini, so verkfallið kann koma at hava ein stóran spillorkutýdning. Um fólk skulu til Føroyar í framtíðini, so koma tey at minnast, at hotellini vóru skitin, tú fekk onki bensin og ongar bussferðir vórðu gjørdar, tí ongin olja var at fáa. Sjálvt um vit veita tað, vit kunnu, so er tað ikki nóg gott, um ferðafólkini fara vónbrotin avstað aftur, og hetta kann koma at kosta í framtíðini, sigur Sissal.
Pensionistar avlýst
Tað standa nógvir pengar hjá ferðavinnuni uppá spæl um verkfallið ikki er liðugt áðrenn dystin ímóti Týsklandi. Hotellini fara ikki at vera før fyri at taka ímóti teimum mongu gestunum, og heldur ongin matur verður til teirra.
? Um tey lítlu tingini ikki eru í lagið, so gongur tað ikki. Sum til dømis at fáa eina pylsu til fótbóltsdystin, ella at fáa sær eina øl.
Týskarar eru jú ein av heimsins mest øl-drekkandi tjóðum.
? Um verkfallið verður liðugt ein dag áðrenn gestirnir koma, so skulu vit nokk fáa alt í lagið aftur. Men um tað er longur, so klára vit tað ikki, sigur Sissal.
Og longu nú eru fólk setst aftur vegna verkfall. Pensjionistafelagið í Havn skuldi fáa vitjan av Salling Pensionistforening nú, men tey hava nú avlýst ferðina.
? Tey hava avlýst ferðina av teimum verðandi umstøðunum, sigur Sune Joensen, nevndarlimur í pensjionistafelagnum í Havn.
Eitt ferðalag uppá 33 skuldi eftir ætlan koma til Føroya, men nú tað er avlýst, so verður tað í øllum førum ikki í ár.
? Sjálvandi eru báðir partar harmir um hetta, men vit høvdu eisini eina líknandi hending fyri tveimum árum síðani. Tá skuldi eitt íslendskt pensionistafelag koma at vitja í Føroyum, men tá var eisini verkfall, so tey settust eisini aftur. Tey skuldu búgva á Hotel Føroyum, og har varð onki vaskað.
Donsku pensionistarnir, sum skuldu koma nú, skuldu búgva privat, so tað var ikki vegna vantandi uppihald, at tey ikki valdu at koma.