Ferðslan skal gerast tryggari

Síðani Norðoyatunnilin læt upp í 2006 er ferðslan økt nógv inni í Klaksvík. Nú nýggir tunlar skulu gerast Norður um Fjall er neyðugt at gera ferðsluna so trygga sum tilber í býnum. – Vit eru noydd at hava nakrar linjur at ganga eftir, soleiðis at ferðslan kann skipast á bestan hátt, sigur Atli S. Justinussen, formaður í Ferðslunevndini

Klaksvík: 2900 bilar í miðal um samdøgrið!

Vegurin á Grønabóli er tann vegurin, sum hevur mestu ferðsluna í øllum Norðoyggjum. Og talið er bara vaksandi ár undan ári.

Hetta hava býráðslimir í Klaksvík vitað og gjøgnum árini eru eisini framdar fleiri ábøtur, við tí í hyggju at gera alla hesa ferðsluna so trygga sum tilber.

Nýggja samgongan sum tók við eftir seinasta býráðsval og limirnir í Ferðslunevndini, ætla sær so sanniliga eisini at seta síni fingramerki á ferðslutrygdina í næststørsta býi okkara.

- Ja, vit hava longu gjørt onkrar broytingar í ferðsluni, og fara so líðandi at fremja fleiri ætlanir í verki, sigur Atli S. Justinussen.

Alt hetta arbeiðið við ferðslutrygdini er ikki vorðið minni aktuelt, nú samtykt er at tunlarnir Norður um Fjall skulu ganga úr Ánunum. Hetta kemur at leiða ferðsluna norðureftir og til góðshavnina í Ánunum gjøgnum allan býin.

- Jú, avbjóðingarnar eru stórar í framtíðini, staðfestir formaðurin í Ferðslunevndini.

 

Trygt og gott

Hvønn einasta dag koyra í túsunda tali av bilum gjøgnum Klaksvík. Talið á bilum, sum hava koyrt um Grønaból - sum er millum býin og tunnilsvegin - hevur ligið omanfyri teir 2500, men kom í fjør heilt uppá 2884 bilar í miðal um dagin.

Hetta vísa ferðsluteljingar sum fólk hjá Landsverki hava staðið fyri. Fyri mong fólk í Klaksvík hevur henda nógva ferðslan - og lutvíst eisini sera skjóta ferðslan! - gjørt sítt til, at tey óttast vandan fyri óhappum og vanlukkum, um ikki munagóð tiltøk verða sett í verk.

Tað eru kortini ikki einans teir vanligu bilførararnir sum bera ótta fyri, nær næsta óhappið kann henda. Eisini í kommununi hava tey leingi verið varug við vandan við nógvu ferðsluni eftir teimum mangan smølu vegunum.

Hesin vøksturin hevur serliga verið ásýnligur eftir at Norðoyatunnilin lat upp fyri meiri enn trimum árum síðani.

- Eitt er tað, at ferðslan er nógv vaksin her í Klaksvík. Men vit síggja bæði fleiri, og haraftrat munandi størri bilar koyra gjøgnum býin í dag. Okkara hægsta ynski er tí at gera nakað fyri, at ferðslan skal vera so trygg sum yvirhøvur gjørligt, sigur Atli S. Justinussen.

 

Koyra skjótt

Eitt av vandamálunum í býnum er, at bilarnir hava lyndi til at koyra heldur skjótt. Tá er so skjótt, at vandastøður kunnu koma fyri.

Fyri at tálma ov nógvari ferð, hevur ein sett upp vegbungur við góðum úrslitum. Hóast øllum bilførarum ikki dáma hesa loysnina ov væl, so er hetta í øllum førum ein máti at fáa teir at minka um ferðina.

Formanninum í Ferðslunevndini dámar væl slíkar bungur, um so er at tær lúka nakrar treytir: Tær skulu ikki gerast á høvuðsvegunum. Tær skulu vera væl gjørdar. Tær skulu vera behagiligar at koyra á. Og tær skulu ikki minst vera langar ella breiðar.

- Eg havi fingið nógvar uppringingar frá fólki - serliga barnafamiljum - sum føla seg ótrygg í ferðsluni. Og slíkt kann eg ikki lata fara aftur við borðinum, slær hann fast.

Í Klaksvík hava nøkur vegastrekki hesar vegbungurnar. Hesar eru til bata fyri ferðsluna á staðnum, men samstundis eru tær við til at skapa ein nýggjan trupulleika:

Tað vísir seg nevniliga, at nógvir bilførarar tíma ikki at koyra eftir slíkum vegastrekkjum og velja tí aðrar vegir uttan vegbungur.

Á henda hátt flytir ferðslan seg til onnur vegastrekki, sum nú fáa økta ferðslu, hóast tey ikki eru gjørd til tað. So ein kann siga, at vegbungur eru góðar, men at tær eisini hava eina slagsíðu.

- Ja, eg veit hetta. Og tí havi eg eisini sagt, at tann dagin ið vit hava eina loysn, sum er betri enn vegbungurnar, so atkvøði eg fyri tí, sigur Atli S. Justinussen.

 

–––––––––––––––––––––––––––––

 

Gott hugskot við digitalum ljósi

 

Tað eru ávís støð í Klaksvík har nógvir bilar koyra og har ferðslan eisini gongur í skjótara lagi.

Eitt av hesum støðum er norðarlaga í Klaksvík, beint við stóra bygningin hjá Senta, har nógv virksemi er og nógvir bilar skulu út og inn av bilplássunum. Hetta er samstundis tað staðið, har landsvegurin endar og býarvegurin byrjar.

Tað vísir seg kortini, at nógvir bilførarar hava ilt við at skilja munin á hesum báðum viðurskiftum: Teir halda áfram at koyra 80 km/t langt inn í býin.

Formaðurin í Ferðslunevndini, Atli S. Justinussen er fult greiður um hetta. Hann koyrir úr Árnafirði til Klaksvíkar hvønn dag, og sær, hvussu trupult tað er hjá summum bilførarum at minka um ferðina á hesum staði.

- Hetta skapar ótryggleika hjá fólki. Eg havi tí sett meg í samband við Landsverk fyri at finna onkra loysn á hesum trupulleikanum, sigur hann.

Atli hevur sjálvur sæð - og merkt! - til góðu úrslitini av teim digitalu ferðmátarunum í t.d. Skipanesi, og heldur, at ein slík loysn hevði eisini verið hóskandi á hesum strekkinum í Klaksvík.

- Vit fara at tosa nærri um tað við Landsverk í nærmastu framtíð, sigur hann.