Enn veit løgreglan ikki, hví tveir treylarar stoyttu saman í Søldarfirði seinnapartin í gjár. Annar treylarin fór útav, beint fram við einum sethúsum, ið standa undir vegnum.
Annar bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann er innlagdur. Løgreglan sigur, at tey hava tosað við nøkur vitni, men enn hava tey ikki tosað við føraran, sum er innlagdur.
Les eisini: Ferðsluóhapp: Ein persónur fluttur á Landssjúkrahúsið
Tá ið vit hava tosað við hann, og tá ið vit hava sett vitnisfrágreiðingarnar saman, fáa vit kanska greiði á, hví óhappið hendi, sigur løgreglan í morgun.
Annars er konteynarin av treylaranum, sum fór útav, loystur frá og fingin niðan á vegin. Og seinni í dag er eisini ætlanin at fáa forvognin niðan aftur enn.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá óhappinum