Ferðalið skal hjálpa grøn­lendsk­um kvinn­um í snyr­ils-málinum

Eitt serligt ferðalið fer í heyst til Grønlands at hjálpa kvinnum við at søkja endurgjald í nógv umrødda snyrils-málinum.

Mette Frederiksen vitjaði í Nuuk í september í fjør í sambandi við almennu umberingina í snyrils-málinum. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix.

Tað upplýsir Patienterstatningen fyri DR.

Snirils-málið snýr seg um tær túsundtals grønlendsku kvinnurnar og genturnar, sum frá 1960'unum og frameftir fingu innsettan gitnaðarfyribyrgjandi snyril sum part av einari almennari herferð.

Fyrsta rundferðin hjá ferðaliðnum er planløgd at byrja í september. Harumframt eru tvær aðrar rundferðir lagdar til rættis í 2027.

Sambært DR fer ferðaliðið at halda kunningarfundir í útvaldum býum og bygdum í Grønlandi. Eisini verður hjálp veitt teimum grønlendsku kvinnunum, sum búgva í Danmark.

Ferðaliðið verður formliga sett á stovn, tá lógaruppskotið um skipanina verður samtykt í Fólkatinginum.

Snyrils-málið hevur seinnu árini fingið stóran politiskan og søguligan týdning í sambandi við viðgerðina av teimum grønlendsku kvinnunum, sum vórðu raktar av herferðini.

/Ritzau/

 

Mette Frederiksen vitjaði í Nuuk í september í fjør í sambandi við almennu umberingina í snyrils-málinum. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix.