Fíggjareftirlitið sveik

Í oddagreinum í leygardagsútgávuni vísa bæði Berlingske Tidende og Aktuelt á, at Fíggjareftirlitið hevur handlað eftir, sum politikkararnir, í hesum føri, fíggjarmálaráðharrin, hava viljað

Fíggjareftirlitið gongur aftur sum syndabukkur hjá øllum, sum hava sagt sína hugsan um bankakanningina, hvørs úrslit varð almannakunngjørt fríggjadagin.

Og saman við Fíggjareftirlitinum er Richard Mikkelsen, formaður í Fíggingargrunninum, ein rímuliga ofta nevndur persónur, við einum ivasomum leikluti í øllum málinum.

Berlingske Tidende tekur upp aftur tað, sum fleiri, millum onnur Uffe Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, hevur ført fram, at stjórin í Fíggjareftirlitinum, Ejgil Mølgaard, gjørdi eftir boðum ella ynski frá Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra.

Og Aktuelt sigur í síni oddagrein, at Figgjareftirlitið eftir øllum at døma hevði sligið seg til tols við, at alt málið var politiskt og tí hevur blakað alt fíggjarligt varsemið yvir borð heldur enn at gera tað, Fíggjareftirlitið eigur at gera.

Eitt, sum ikki er komið fram fyrr enn nú, er, at fyrrverandi tjóðbankastjórin, Erik Hoffmeyer, alla tíðina var í móti at lata Den Danske Bank sleppa at selja Føroya Banka. Hann metti tað sum at rýma av søkkandi skútu. Men eingin, hvørki føroyskir ella danskir politikkar, ráðførdu seg nakrantíð við hann. Og Erik Hoffmeyer helt, sambært frágreiðingini, at hann kundi ikki fara at nokta eini privatari fyritøku at gera ein góðan handil.

Men fram er komið nú, at hevði hann verið spurdur av røttu myndugleikunum, hevði hann uttan at drála vent tummilin niðureftir.

Tað hevur havt ein avgerandi leiklut, tá frágreiðingin er skrivað, at Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank, noktaði fyri, at Føroya Banki hevði brúk fyri fleiri pengum, áðrenn hann varð fluttur yvir í føroyska landskassan.

Og júst hetta svarið, sum seinni vísti seg ikki at halda, er tað, suu Berlingske Tidende mest heingir seg í. Blaðið fellir stutt sagt bankastjóran upp á hetta svarið.

Í niðurstøðu síni sigur Berlingske Tidende, at tað er ikki grundarlag fyri at halda uppá, at danska stjórnin og Den Danske Bank hava havt nakað avtalað spæl í hesum málinum, við tí endamálið at ræna teir fáu molarnar, sum eftir vóru í Føroyum.

Men føroyingar eiga at fáa eitt hóskandi endurgjald fyri at vera skeivt kunnaðir: Og blaðið endar við at siga, at hesin openingurin verður helst tikin bæði úr statskassanum og frá Den Danske Bank.

Aktuelt heldur ikki, at bankakanningin eigur at verða orsøk til nakað politiskt avlát, men heldur eina juridiska meting av leiklutinum hjá Den Danske Bank í málinum, umframt eina greiða reglugerð fyri spælireglurnar innan ríkisfelagsskapin í framtíðini.