Lat okkum siga tað beint, sum tað er. Vit liva í einum samfelagi, har politikarar alt ov ofta velja løttu loysnina. Har tað er lættari bara at siga ja til at játta fígging enn at taka ábyrgd. Har orð sum “burðardygd” og ”haldføri” verða slongd út í talu og teksti, men gloymd og vikin frá í veruligum verki.
Tá vinnan er so væl fyri, sum hon er, og ger risa íløgur, tá byrja samfelagshjólini at mala skjótt, og tað eigur at koma okkum øllum til góðar. Men, tá man so samstundis fer inn og ger risa íløgur innan tað almenna, so verður bensin sprænt á bálið. Tað ger, at allar verkætlanir dýrka, og so hevur vanligi føroyingurin ikki møguleikan at kappast um at verða við. Tí vit hava ikki ráð til meira bensin.
Hetta er ikki haldført. Hetta er ikki burðardygt.
Fíggjarligt haldføri merkir ikki bara at fáa tølini at síggja góð út á einum pappíri. Tað merkir øgiliga ofta at hava dirvi til at siga nei. Sig nei, har tað ikki er gagnligt fyri øll. Siga nei til lokalar loysnir, ið oftast bert skulu keypa atkvøður. Tað merkir, at vit í nógv størri mun skulu gera langtíðar ætlanir, sum gagna øllum samfelagnum.
Men hvat síggja vit í dag? Vit síggja at útreiðslurnar vaksa skjótari enn ábyrgdin. Har vit lata rokningina víðari til næsta ættarlið. Tað er ikki góð stýring, tað er at renna undan ábyrgd.
Burðardygd skal ikki bara verða eitt orð. Tað eigur at verða ein skylda. Tá ið vit oyðileggja náttúruna, brúka tilfeingið uttan avmarkingar og lata sum einki, so svíkja vit okkara eftirkomarar og okkara egnu børn. Tað er veruleikin.
Lat meg sláa eitt fast, burðardygd í Føroyum, snýr seg ikki um, at spógvapør trívast ella ikki millum vindmyllur. Burðardygd í Føroyum snýr seg um at ansa uppá, at okkara firðir ikki verða ovur dálkaðir. Og at okkara fiskastovnar ikki verða so nógv veiddir, at einki er eftir.
Tí er spurningurin einfaldur. Um man blívur við at velja tað sama, kann man so vænta at fáa nakað annað úrslit? Eiga vit føroyingar ikki at hava dirvi at broyta kós?
X við B
X við Hans Kári Hansen











