At forskatta pensjónir ella ikki verður ofta gjørt til støddfrøði. Aftur og fram er líka langt o.s.fr. Men tað, sum ikki er líkamikið, er, hvat man brúkar pengarnar til. At brúka tað til ein skattalætta, enn tá eina flatskattaskipan, er og verður púra ørt.
Ella sum ein vælløntur vinmaður tók til orðanna um tað mundið í 2011: “Skattalætta á 7.000 kr. til hvat? Skal eg nú keypa mær eitt sjónvarp aftrat um mánaðin?”.
Jan Rose Skaksen, professari í búskaparfrøði og fyrrverandi limur í danska búskaparáðnum, orðaði seg eisini týðuliga: “At pensioner først beskattes, når de udbetales, er en hjælp til politikere til at holde fokus på, at velfærdsstaten forbliver finansieret på lang sigt. At der overhovedet er nogen, der kan drømme om, at omsætte en straksbeskatning af pensioner til lavere skatter viser med al tydelighed pointen”.
Hetta er enn eitt dømi um, hvussu vandamikil hugsjónin hjá Fólkaflokkinum er, tá talan er um pengarnar og virðini hjá øðrum.
Sjálvsagt var tað ein høpisleys avgerð at forskatta pensjónirnar yvir nátt. Slíkt ger man bara ikki.
Tað, ið ongin tó tosar um, er eftirsleipið og teir kostnaðir, føroyski pensjónsuppspararin sat eftir við.
Forskattingin byrjaði í 2012. Hetta var, meðan man í umhvørvinum bíðaði eftir einari pensjónsnýskipan, ið hevði verið ávegis í nøkur ár. Hon kom í gildi í 2014.
Eftir forskattingina í 2012 var man noyddur at broyta allar KT-skipanir og mannagongdir, soleiðis at kundin hevði eina polisu við uppsparing, ið ikki var skattað, og eina polisu við uppsparing, ið var forskattað. Í 2014 kom so enn ein nýggj broyting og lóg um tvungna uppsparing. Nú sat borgarin við trimum polisum.
- Eina polisu við pensjón og uppsparing, ið ikki var skattað og ikki tvungin.
- Eina polisu við pensjón og uppsparing, ið var skattað og ikki tvungin.
- Eina polisu við pensjón og uppsparing, ið skattað og tvungin.
Tríggjar ymiskar polisur við trimum ymiskum lóggávum.
Loysnin fyri nøkur varð at leggja tvær tær síðstu broytingar saman í eina polisu, sjálvt um tað peningaliga neyvan loysti seg.
Hvussu nógv hetta hevur kostað uppspararum og skattgjaldarum í óneyðugum arbeiði og óneyðugari KT menning hjá pensjónskassum, bankum, TAKS, arbeiðsgevarum o.s.fr., er tað ongin, ið hevur roknað uppá. Men 10 tals milliónir er tað í øllum førum.
Tað, ið tó er enn verri, tað eru uppspararar, sum hava sitið við fleiri polisum øll hesi árini, har dubulttrygging hevur gjørt seg galdandi. Ein dubulttrygging, ið hevur kostað teimum alt avkastið av uppsparingini á einari ella tveimum av polisunum.
Orsøkin er einføld. Tað var fíggjarligt óvit og óskil frá Fólkaflokkinum, ið gjørdi, at borgarin og uppspararin misti yvirlitið.
Er tað tað, vit vilja hava? Nei takk!
Fyri teg, meg og Føroyar.
VEL KIM HANSEN
Hann meinar tað, ið hann sigur, og sigur tað, ið hann meinar.












