Familjudagurin í Norðurlandahúsinum bjóðar upp á ókeypis støkk-inn verkstovur fyri børn við sínum vaksnum. Verkstovur, har børn bæði kunnu vera kreativ og gerast klókari um náttúru, endurnýtslu og burðardygd.
Á snikkaraverkstovuni kanst tú byggja eitt skordýrahotell, í komposthúsinum fáa innlit í, hvussu eitt livandi økosystem virkar, og á umvælingarverkstovuni geva gomlum, mekaniskum leikutoyum nýtt lív.
Harumframt verða barnavinaligar rundvísingar runt um húsið, og dagurin endar við Oscar-virðislønta teknifilminum Flow.
Dyrnar lata upp kl. 12.00.
Sí alla skránna á nlh.fo
##med2##











