Nú verða sýningar aftur í Filmsfelagnum. Fyrsta sýning er mikukvøldið 27. mai kl 19, tá tveir nýggir føroyskir filmar verða sýndir fyri fyrstu ferð í biografinum - Ábyrgd og Trøllabeiggi.
ÁBYRGD (Katrin Joensen-Næs FO 2020 43 min)
Ró verður brúkt sum heilivágur hjá mammu síni, ið er sálarliga sjúk. Tá Ró ger av at fara undir at taka koyrikortið, verður hon drigin at frísku luftini, og orkar ikki aftur til køvandi heimið. Hon byrjar at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir, at mamman verður verri og verri fyri.
TRØLLABEIGGI (Gudmund Helmsdal FO 2020 30 min)
Tveir brøður búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali. Eftir at hava mist elsta beiggjan, stríðast teir fyri tilveruni og sambandinum sínámillum. Filmurin vann áskoðaravirðislønina á Geytakvøldinum 2020.
Hetta er útsetta sýningin, sum skuldi havt verið móðurmálsdagin 25. mars, men varð útsett av almennu heilsustøðuni.
Myndirnar við fullsettu biohøllini eru frá 4. mars, tá Filmsfelagið sýndi "The Cave" úr Sýria. Eina viku seinni, hin 11. mars, vístu vit danska "Krudttønden". Síðan hevur eingin sýning verið í Filmsfelagnum.
##med2##
Nú latið verður upp aftur, verður tað við frástøðu og uttan trokan í foyerini. Ein stólur til hvørja síðu, vinstru og høgru, verður tómur. Tó kunnu fólk, ið hoyra saman, sita saman. Til tess at spritta og rudda, verða sýningarnar í Filmsfelagnum klokkan 19.