Fimleikafelagið Ljósið og Hoyvíkarhøllin

Hetta er ein viðmerking til alla fjølmiðlaumrøðuna, felagið hevur fingið seinastu tíðina í samband við, at vit »eru sloppin inn« í Hoyvíkarhøllina. Hvør, ið hevur ábyrgdina av søguni, sum hon er komin fram og/ella viðgjørd í miðlunum, er okkum líkamikið, ? men at músin er vorðin til elefant, er so heilt vist.

Fýra tímar var alt
Fýra tímar fríggjadag seinnapart, 15.00-19.00, var alt, talan kundi verða um. Ljósið hevur í mong ár gjørt vart við sínar hølistrupulleikar, savnað pening saman til høll, víst virkisfýsni og sam-starvsvilja við Tórshavnar Býráð um allar møguligar loysnir, men tað er sum at sletta vatn á gás.

Kor og virkisumrøður við Ljósinum
Ljósið hevur í dag oman fyri 700 virknar limir, 90% børn í aldrinum 2-14 ár. Vit leiga 45 hallartímar um vikuna, men tørvurin er nógv størri. Vit royna veruliga sum frægast? Vit húsast í 5 ymsum støðum í býnum, og er hetta ein ótolandi støða á mangan hátt. Eitt er umsiting og ábyrgd av eini rúgvu av lyklum og nógv samskifti við áðurnevndu støð, ið øll hava sínar mannagongdir, sum vit sjálvandi virða, men lættliga kundu ørkymlast av, tí eitt sum geldur her, er øðrvísi har. Annað er, at vit skulu gera fimmfaldaðar íløgur av øllum møguligum av tí sama, t.d. musikkanlegg, læknataskur, smáamboð /lutir til spøl og íðkan. Men tað ringasta, also mest forargiliga er, at tað er so torført at varðveita yvirlitið, tá tímatalvan fyri veturin skal leggjast. Hædd skal eitt nú takast fyri, at leiðarin nær úr Eysturskúl-anum, har hann sjálvur ger fimleik, yvir í Kommunuskúlan til ásettu tíð. Samstundis er tað rættiliga týdningarmikið, at tímarnir í Kommunuskúanum og Nonnuskúlanum heldur ikki fella saman, hvat liðaldursbólkinum viðvíkur, tí summi gera bæði amboðs- og rútmiskan fimleik. Sostatt skulu tímarnir helst liggja í forleingilsi hvør av øðrum, men halt endiliga ikki, at tað snildasta er at vera í sama stað, ? tvs. ant-in í Nonnuskúlanum ella Kommunuskúlanum! Tað eru nevniliga ikki umstøður til amboðsfimleik í Nonnu-skúlanum. Og at brúka ein tíma í Kommunuskúlanum til rútmiskan fimleik er oyðsl vegna tvørrandi kapasitet, so íðkararnir mugu renna í millum.
Enn er lættari, at fólk flyta seg enn at sunda amboðini staðanna millum, og tað er eisini í lagi, at soleiðis er eina tíð, um bert útlit eru fyri onkrum frægari.

Framtíðin, Hoyvíkarhøllin ? hvør er mein-ingin við Ljósinum?
»Alt er søtt hjá tí svanga!« Og Ljósið er gorhungrað, tá húsarúmd umræður. Tað skal endiliga ikki misskiljast sum, at vit eru ikki glað fyri tímarnar í Hoyvíkarhøllini, men, men? Gev líka klokkutíðini og degnum gætur. Hatta eru vraktímar, vit hava fingið! Høvdu vit fingið tveir tímar fríggjadag og tveir onkran annan dag í vikuni, skuldu vit tagt, men ístaðin fyri eitt plástur á sárið, er tað sum salt verður roðað í, og vit fáa ikki annað enn gramt okkum.
Hvussu verður raðfest? Hvussu koma fólk fram til, at skynsamligasta venjingartíð fyri eitt felag, har flestu limir eru yngri enn 14 ár, er fríggjadag seinna-part? Tá eru øll móð og troytt, og familjan vil vera saman. Flestu eldru limir felagsins, sum annars kundu notið gott av góða hallarplássinum, arbeiða júst fríggjadag.
Hvat verður dentur lagdur á? Hevur støddin á felagnum einki at siga? Hevur tað heldur einki at siga, at vit eftirhondini gjarna vilja gjalda til okkara egna? Eisini í felagsskapi við onnur, um tað er loysnin! Og alt tað sum fimleikurin gevur, bæði likamliga, sálarliga og sam-felagsliga! Er tað eingin, sum hirðir at virðismeta tað eitt sindur? Enn nokta vit at trúgva, at tað er ramasti álvarin, og vóna vit, at tey finnast, ið virða stóra arbeiðið, sum okkara leiðarar trúliga gera hvønn vetur. At vilji er onkustaðni at tryggja okkum liviligar umstøður.
Við fimleikakvøðu og vón um at verða tikin í álvara, sjálvt um vit umboða bleytu virðini og okkara limir »bara« eru børn og ung.

P. S.: Okkara limir verða einaferð vaksnir og tjena pengar.

???????????????

Nevndin í Ljósinum
Helle Drews, Bára Skorá, Jonna Djurhuus, Randi Kúrberg, Ann Hansen