Fimm av seks siga ja

Á veljarafundi í fríggjakvøldið tóku fimm av seks valevnum undir við, at Framhaldsdeild verður í Sankta Frans Skúla

Spurningurin um framhaldsdeild skal vera í Sankta Frans Skúla, hevur verið eitt av mest umstríddu evnunum í valstríðnum upp undir býráðsvalið í Havn.

 

Og á veljarafundinum á Sjónleikarhúsinum í gjárkvøldið, sluppu valevnini heldur ikki undan at svara uppá, um tey halda, at framhaldsdeild skal vera í Sankta Frans Skúla.

 

Og av teimum seks valevnunum, sum sótu við pallborðið, søgdu tey fimm, at tey taka undir við, at Framhaldsdeild verður í Sankta Frans Skúla.

 

Tey vóru Anna Margretha Ottahamar, sum stillar upp uttanflokka, Jens Knudsen valevni fyri Sambandsflokkin, Ruth Vang, valevni fyri Framsókn, Jan Christiansen, valevni fyri Fólkaflokkin og Heðin Mortensen, borgarstjóri, og valevni fyri Javnaðarflokkin.

 

Ruth Vang sigur, at hom vil fegin hava fleiri fólk at búgva í býnum og tí skal eisini skúli vera í miðbýnum. Annars heldur hon, at tíðin er farin frá skúlum, sum ikki eisini hava framhaldsdeild og samstundis skal rúm vera fyri smærri skúlum fyri at fjøltátta tilboðini til foreldrini.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at "vit siga ja", men hann vísir á, at tað er Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum hevur endaligu avgerðina, og sum skal góðtaka, at framhaldsdeild verður í Sankta Frans Skúla.

 

Jákup av Skarði, valevni fyri Tjóðveldi, var einasta valevni, sum sigur, at framhaldsdeild skal ikki vera í Sankta Frans Skúla.

 

Hann heldur, at besta loysnin er at savna alla framhaldsdeilina á einum staði, har tað ber til at hava góð hølisviðurskifti og lærarar, ið eru útbúnir í at undirvísa í teimum neyðugu lærugreinunum.

 

Og so heldur hann, at hetta er ein góður aldur hjá børnum at koma saman

 

- Tí haldi eg, at tað besta er at hava eina felags framhaldsdeild fyri alla Havnina.

 

Hann leggur afturat, at hóast talan verður um eina stóra framhaldsdeild, ber væl til at býta næmingarnar sundir í bólkar.