Tað upplýsir ukrainski sjóverjan sambært AFP.
Sambært ukrainsku sjóverjuni skeyt Russland trý stýrimissil móti farmaskipinum Golden Leo, sum var á veg úr krígsøkinum við einari last av korni.
– Hetta er enn eitt tilvitað russiskt álop á eitt óvápnað sivilt skip undir útlendskum flaggi, sum als ikki var nøkur hernaðarliga hóttan, sigur ukrainski sjóverjan í fráboðan.
Manningin taldi fólk úr fleiri londum, millum annað India og Sýria, upplýsir ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha.
Skipið sigldi undir flaggi hjá Guinea-Bissau.
Átta manningarlimir vórðu bjargaðir av skipinum.
Álopið kemur, eftir at Russland í nátt eisini leyp á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv við fleiri enn 20 ballistiskum missilum. Har doyði minst ein persónur, og 16 vórðu særd.
Russiskar herdeildir hava javnan framt álop á havnir og havnarløg í Odesa-økinum við Svartahavið.
Ritzau/AFP











