Sambært Kringvarpinum hava seks útlendskir ferðaleiðarar fingið sektaruppskot í mai og juni. Sektirnar eru tilsamans 409.000 krónur.
Størsta sektin er 300.000 krónur. Tær næststørstu eru tvær upp á 50.000 krónur, meðan hinar eru upp á 3.000 krónur.
Ferðaleiðararnir eru úr Skotlandi, Slovakia, Kina, Póllandi, Týsklandi og Onglandi. Talan er um fimm menn og eina kvinnu.
Kringvarpið skrivar, at fimm av teimum hava góðtikið sektaruppskotini og eru samstundis víst úr Føroyum. Tann, sum fekk sekt upp á 300.000 krónur, hevur ikki góðtikið sektina, og tí verður málið lagt fyri rættin.
Sambært politinum veldst støddin á sektini um, hvørt talan er um ein vanligan lønmóttakara ella ein vinnurekanda, sum hevur havt fíggjarligan vinning av virkseminum, til dømis við at selja ferðir til Føroya.
Kringvarpið upplýsir eisini, at politiið hevur skrásett tíggju mál, har fráboðanir vóru um møguligt ólógligt arbeiði, men har viðurskiftini vístu seg at vera í lagi. Í fýra øðrum málum vórðu arbeiðsloyvi fingin upp á pláss, áðrenn arbeiðið byrjaði.
Harumframt hevur politiið fingið umleið 80 aðrar fráboðanir, sum ikki hava ført til sjálvstøðug politimál. Sambært Kringvarpinum hevur talan í fleiri førum verið um tvífaldar fráboðanir, lóglig viðurskifti ella upplýsingar, sum ikki hava verið nóg haldgóðar til at seta eina kanning í gongd.











