Fimm finalur eftir

Hans á Lag var væl nøgdur um avrikið hjá HB sunnudagin, men minti samstundis á, at talan verður um avgerandi dyst, hvørja ferð teir fara á vøllin restina av kappingarárinum

Fótbóltstos

Einki er at taka seg aftur í, at Hans á Lag mundi vera ein hin stinnasti HB leikarin í annars góða liðavrikinum sunnudagin. Og tað var eisini ein nøgdur Hans á Lag, sum vit fingu orðið á, tá dysturin var liðugur, og HB hevði fingið trý ógvuliga kærkomin stig.
Fyri tveimum vikum síðani eftirlýstu HB?arnir stríðsandan á liðnum, sum púrasta tóktist vera horvin í summarsteðginum, og Hans ásannaði eisini, at tað var júst hesin, sum gjørdi, at tú var eydnast at venda gongdini.
- Ja, eg haldi at vit kempaðu nógv betri í dag, og tað var eisini tað, sum gjørdi, at vit fingu sigurin. Ikki minst er tað tað, at vit nú hava vent kritikkin móti okkum sjálvum, heldur enn at grenja um alt annað, sum ikki hevur verið soleiðis, sum vit vilja hava tað, sum hevur gjørt hetta. Vit hava ásannað, at avrikini hjá okkum sjálvum ikki hava verið nóg góð, og tað hevur bøtt um.
Í so máta helt verjuleikarin eisini, at tað hevði verið gott hjá liðnum við steðginum, sum landsdysturin móti Liktinstein viðførdi.

Fimm finalur
Um sjálvan endaspurtin í landskappingini vildi Hans annars ikki meta um, hvørt HB nú aftur skal metast sum ein av favorittunum í gullstríðnum.
- Nú kenni eg so ikki úrslitini av hinum dystunum, men í øllum førum kunnu vit enn avgera alt sjálvir. Í so máta er talan mest sum um finaludystin, hvørja ferð vit nú fara á vøllin, so vit mugu bara geva alt tað, sum vit kunnu hvørja ferð, segði altso Hans á Lag at enda.