Fimm fólk særd nærindis altjóða floghavnini í Bagdad

Síðan USA og Ísrael lupu á Iran, hava ein røð av álopum verið frá iran-stuðlaðum bólkum í Irak, bæði móti altjóða flogvøllinum og amerikanskum støðum í Irak

Fimm fólk eru særd í einum rakettálopi nærindis floghavnini í irakiska høvuðsstaðnum, Bagdad. Tað siga myndugleikarnir í landinum.

 

Sambært tíðindatænastuni hjá stjórnini høvdu fimm rakettir kós móti altjóða floghavnini í Bagdad og nærliggjandi økjunum.

 

Í umhvørvinum nærindis floghavnini liggur eisini tað, sum verður rópt eitt amerikanskt "diplomatanlegg".

 

Sagt verður, at rakettir raktu bæði  flogvøllin og eina saltingarskipan, og aðrar raktu við eitt fongsul, har IS-hermenn vera hildnir i fangilsi.

 

Haraftrat varð ein irakisk flogstøð nærindis amerikanska diplomatanlegginum rakt. 

 

Sum skilst, kom álopið ikki úr Iran, men úr Irak.

 

Trygdardeildir í Irak tóku eftirlitið við útskjótingarpallinum, sum varð brúktur í álopinum, og hetta var í al-Radwaniya-økinum í ein útsynning úr Bagdad.

 

Keldur upplýsa eisini yvirfyri AFP-tíðindastovuni, at tríggjar dronur eisini vórðu skotnar niður nærindis altjóða floghavnini í Bagdad.

 

Síðan USA og Ísrael lupu á Iran, hava ein røð av álopum verið frá iran-stuðlaðum bólkum, bæði móti flogvøllinum og amerikanskum støðum í Irak.

 

Loftrúmið yvir Irak er stongt fyri flogferðslu.