Fimti vatnmeistarin í Havn farin frá

Fríggjadagin 30. januar var móttøka hjá borgmeistaranum í Havn í sambandi við at Janus S. Sørensen,vatnmeistari, nú fer frá vegna aldur. Hann er tann fimti í røðini av vatnmeistarum í Havn síðan 1898.

Janus er í dag 68 ára gamal, hann er ættaður úr Trongisvági, foreldrini vóru Sigrid, f. Lindberg, og Jens S. Sørensen.

Hann kom til Havnar í 1950 og fór í læru sum rør- og blikksmiður hjá Rør & Sanitet, ein fyritøka hjá Børge Rubek Nielsen og Tórstein Poulsen.

Tá hann varð útlærdur í 1954, fekk hann starv rør- og blikksmiður hjá P/F Mariu Poulsen. Meðan hann var í starvi har, bleiv hann ofta lántur út til ymisk arbeiði hjá Tórshavnar Kommunu.

Í 1965 bleiv Janus settur í fast starv hjá Tórshavnar Kommunu á vatnverkinum úti í Havnardali, sum tá stóð í gerð. Í 1972 bleiv hann settur sum vatnmeistari, tá Johan Michelsen, vanliga nevndur Hannemann, fór frá vegna aldur.

Janus er giftur við Michaelu, f. Davidsen, ættað av Sandi, tey eiga fýra børn: Jan sum býr í Hoyvík, Majken sum býr í Fraklandi, Leif sum býr í Havn og Anni sum býr í Hoyvík.


Janus sigur, at nógv er broytt síðan tann fysti vatnbrunnurin varð gjørdur úti á Gráasteini í 1898. Í 1928 varð ein vatnbyrging gjørd úti í Marknagili, og í 1966 varð vatnverkið í Havnardali tikið í brúk. Vatnverkið í Villingadali bleiv tikið í brúk 1988.

Fyrsti vatnmeistarin í Havn var Jákup Andreas Arge, vanliga nevndur Jampan, hann var frá 1898-1919, eftir hann tók Christopher Nyholm Debes við, hann var frá 1919-1942, síðan bleiv tað Martin S. Mortensen, vanliga nevndur Gass-Martin, tí hann seldi Kosangas, hann var frá 1942-1957, Johan Michelsen, vanliga nevndur Hannemann, var frá 1957-1972, Janus Sørensen var frá 1972-2004. Tróndur við Á í Havn hevur tikið við sum nýggjur vatnmeistari hjá Tórshavnar Komunu.